Umleið 30 fólk lógu eftirá, tá skarpskjúttar fóru at skjóta eftir einum líkfylgi í libyska býnum Benghazi í dag. Tíðindastovurnar skriva, at fólk fylgdu teimum 35, sum doyðu í samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdardeildir í gjár.
Tíðindastovan AP skrivar frá sínum keldum, at tað var týðiligt, at skarpskjúttarnir skutu fyri at drepa, tí fleiri vórðu rakt í høvdið ella bringuna.
CNN hevur tosað við ein lækna á Al Jala-sjúkrahúsinum í Benghazi. Hann sigur, at minst 30 fólk eru deyð. Læknin sigur seg hava fingið at vita, at skarpskjúttar skutu eisini úr tyrlum, sum flugu uppi yvir líkfylginum.
Arabiska sjónvarpið Al Jazeera sigur, at fólk í Benghazi vilja hava altjóða samfelagið at vísa hendingunum í býnum størri ans.