Sands kommuna hevur fingið 11 milliónir krónur inn í skatti fyrstu 10 mánaðirnar í ár. Hetta er ein vøkstur á 1,81 prosent í mun til í fjør, hóast skattatrýstið er lækkað við hálvum prosenti. Tað var í fjør, at bygdaráðið valdi at lækka skattin úr 23,5 prosentum til 23 prosent.
- Tað er givið, at skal Sands kommuna standa seg í kappingini við aðrar kommunur um at fáa fólk at flyta til kommununa, er skattatrýstið ein stórur faktorur, afturat tilboðunum á millum annað barnaansingarøkinum, har vit longu eru millum fremstu kommunur í landinum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.
Sands kommuna var í langa tíð sera tyngd av skuld og var kommunan undir umsiting av Fíggjarmálaráðnum, við tað at skuldin var yvir eina álíkning.
Við árslok 2014 var skuldin hjá kommununi komin niður á 0,8 álíkningar, og tí hevur kommunan vunnið sítt fíggjarliga frælsi aftur. Brandur Sandoy, borgarstjóri, sigur, at í ár fer kommunan at rinda 1,1 milliónir krónur aftur at av skuldini.