Ein onnur broyting er, at hámark er sett fyri, hvussu nógv ein skal gjalda inn í skipanina. Hetta merkir, at ein ikki skal gjalda av tí partinum av inntøkuni, ið er oman fyri 650.000 kr. Sambært toll og skatt eru tað áleið 762 fólk, ið hava eina inntøku oman fyri 650.000 kr. Andstøðan fokuseraði mestsum bara upp á hesa broytingina, og vildu hava løgtingið at samtykkja, at onki hámark skuldi verða fyri inngjaldið. Hetta tóku vit ikki undir við. Orsøkin er tann einfalda, at ALS er ein tryggingarskipan, og tí má tað vera eitt lutfall ímillum, hvussu nógv ein skal gjalda inn í skipanina og hvussu nógv ein fær útaftur. Hartil kemur, at vit halda tað vera burturvið, um løgtingið ikki virðir semjurnar sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum gera.
Ongan skattalætta
Tað kann ljóða løgi, at teir breiðastu herðarnir á henda hátt í veruleikanum fáa ein skattalætta. At geva skattalætta til tær hægstu inntøkurnar í hesum tíðum, heldur Javnaðarflokkurin ikki vera rætt. Samgonguskjalið hevur ongar ásetingar um at gevast skulu skattalættar.
Men skattapolitikkur skal ikki førast gjøgnum ALS skipanina, tað ger man við at broyta skattalógina. Tað gagnar ikki vanliga løntakaranum, at ALS uppsamlar meira pening í hesum tíðum. Skipanin hevur eina eginogn á 700 mió, og tí er skipanin fíggjarliga sterk. Tað rætta er tí at tillaga skattaskipanina so at peningurin kemur í landskassan og hann tann vegin kann verða við til at fíggja okkara vælferðarskipannir.
Samgongan arbeiðir við einum fíggjarpakka, og tað er ein sjálvfylgja fyri Javnaðarflokkin, at tillagingar verða gjørdar í skattastiganum, so teir breiðastu herðarnir framvegis bera sama part sum innan broytingina í ALS skipanini.