Ivasamar patentloysnir
Skattalættin hjá sjómonnum tykist vera ein tornur í eygunum á mongum manni, ið illa nokk hevur latið sítt vatn í saltan sjógv. Longsti túrur teirra er kanska av Kongabrúnni og eystur ímóti Borðuni, men kortini hava teir patentloysnina til fiskimenn og fiskivinnu. Ikki tað at siga, enn er landið frítt, so ein og hvør kann siga sína hugsan.
Munur er á
Í mínum hugaheimi er skattalættin til sjómannin ein endurrindan, sum er vanlig í øðrum londum. Menn eru burturi frá heimum og familjum sínum í mánaðir. Tuskast á sjónum fjart frá øllum familjulívi. Sambandið við konur og børn er gjøgnum telefonina. Sjómaðurin hevur ikki arbeiðstíð frá níggju til fýra. Hann er bundin at sínum arbeiðsplássi 24 tímar um samdøgrið. Hansara arbeiðsbúni er ikki slips og svartaskógvar, og hann hevur onga fjálga skrivstovu at sita og brúka seg í um góðu skattasømdir sjómanna.
Eru arbeiðsumstøður teirra á sjónum so góðar, so er bara at liggja framvið og søkja sær kjans!
Rós og rís
Ført verður eisini fram, at sjómenn ið eru farnir av landinum, ikki koma aftur í nóg stórum tali. Eg spyrji, hvussu nógvir høvdu verið rýmdir, um skattalættin ikki varð settur í gildi.
Rós og rís í somu nøgdum; Óli Jacobsen, Anfinn Kallsberg og onnur hava tøkk uppborna fyri at fáa skipanina í lag.
Hvaðani koma krónurnar?
Stóri trupulleikin hjá stjórum og frøðingum tykist vera, at ov lítið lønsemi skal vera í vinnuni. Gamaní, tilfeingið er ogn alra føroyinga, men eg má spyrja, hvaðani peningastovnar, landskassin, smiðjur, skipasmiðjur og mong onnur fáa peningin peningin at arbeiða við. Ein milliard kemur frá dønum; annars livir og andar alt her á landi enn av fiski og bert fiski.
Fiskivinnan
er grundarlagið
Ongantíð hava so fá dragsað so nógv upp á land til frama fyri so mong. Tað mátti verið ein sonn avbjóðing fyri frøðingar og búskaparráð at fingið teir almennu stovnarnar at virka og javnviga fíggjarliga. Har liggur nógv á láni, og tað hevði kraft sínar menn, ið hava skil á fíggjarstýring.
Fari at enda at staðfesta, at gongst tað sjómonnunum og fiskivinnu væl, gongst okkum øllum væl.
Vinarliga
Martin J. Strøm