Skattalættin ikki teknisk roknivilla, men politiskt feilskot

   

Høgni Hoydal
????????????

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, viðgongur nú, at hann hevur gjørt eina tekniska roknivillu í sambandi við nógv umrødda skattalættan hjá sambandssamgonguni.
Tað er onki nýtt. Tjóðveldisflokkurin hevur áhaldandi víst á, at tøl hjá hesi sambandssamgonguni verða slongd út sum best ber til - og onki hongur saman á botnlinjuni. Hetta hevur longu elvt til, at øll, sum skulu virka og gera íløgur í hesum landi, hava sett seg at bíða og vita hvørki út ella inn. Ongin veit, hvat fer at henda við fíggjar- og búskaparpolitikkinum. Og landsstýrið veit tað ikki sjálvt.

Skammiliga asosialt
Nógv verri enn tekniskar villur er tað, at skattalættin er eitt tað grovasta politiska feilskotið og eitt tað mest asosiala tiltakið, ið er lagt fram í Føroyum - enntá væl-signað av Javnaðarflokkinum.
Skattalættin fer at geva einum væl bjargaðum persóni sum undirritaða ella løgmanni góðar 43.000 krónur í skattalætta um árið. Meðan ein vanlig verkakvinna ella ein arbeiðsmaður fer at fáa góðar 2000 kr. um árið. Ongin ivi er um, at prísvøkstur fer at eta alt upp hjá verkafólkinum, meðan vit vælbjargaðu kunnu fara eina luxusferð kring knøttin fyri gávuna frá javnaðarflokkinum.

Sjálvbjargnið fokið
Harafturat ger skattalættin hjá sambandssamgonguni, at vit ikki megna at fíggja eitt samhaldsfast samfelag í Føroyum. Vit verða aftur heft at donskum pengum og kunnu halda fram at siga, at vit ikki megna at bera okkara egnu vælferðartænastur uttan danska hjálp. Vit vælbjargaðu skulu sleppa undan at fíggja vælferðina í Føroyum og heldur gera okkum til stakkaladýr, ið noyðast at hava blokk úr Danmark.

Undirskot til at venda aftur í fortíðina
200 milliónir í undirskoti á fíggjarlógini tvær reisur á rað uppá bara sjey mánaðir, er triðja avleiðingin av politiska feilskotinum hjá samgonguni. Bert við at taka av skattalættan, studningin til rækjuflotan og at leggja barsilsskip-an-ina til arbeiðsmarknaðin, hevði úrslitið nærkast javnvág. Undirskot á fíggjarlógini kann vera skilagott, um tú gert íløgur í framtíðina, sum skapa nakað nýtt. Sambandssamgongan hevur undirskot fyri at venda aftur til fortíðina.

Sparingar har garðurin er lægstur
Og hvør ber sparingarnar, sum so nógv verður tosað um? Samgongan sparir bara har, sum ongin sterkur bólkur er at trýsta og gera malør. Bara har hon heldur, at hon sleppur lættast ígjøgnum.
Sparingarnar í miðfyrisitingini hava ikki rakt nakran stjóra ella deildarstjóra. Tað eru skrivstovufólk og teir fulltrúar, ið skulu gera fótarbeiðið, sum rúka.
Og so eru tað feløgini hjá brekaðum, orðabókagerð, gransking og mentan, sum verða rakt sera meint.

Breiðar semjur til breiðar herðar
Tann breiða samgongan hevur higartil fingið breiða semju um eitt: Tær breiðastu herðarnar skulu sleppa undan at bera byrðarnar.