Skattalættin skal definerast fyrsta dagin

 Samgongan hevur ikki enn staðfest, hvussu verður við skattalættanum og samhaldsfasta næsta ár, sigur løgmaður

Skattalætti ella umlegging

 Samgongan fer fyrsta dagin at finna útav, hvat skal henda við samhaldsfasta eftirlønargrunninum næsta ár.
Tað sigur Løgmaður, Jóannes Eidesgaard.
Sum nevnt í øðrum greinum, hevur samgongan avtalað at lækka skattin, samstundis sum inngjaldið til samhaldsfasta skal hækka fyri eisini at kunna hækka útgjaldið.
Næsta ár lækkar landsskatturin 60 milliónir, men tað er óvist um samhaldsfasti verður broyttur kortini.
Eins og aðrir politikarar úr samgonguni, sigur, løgmaður, at tað er óvist, hvussu tað, sum verður gjørt næsta ár, skal definerast sum ein skattlætti ella sum ein umlegging.
 Skal talan vera um ein skattalætta, eigur tað at merkja, at skatturin lækkar.
Men tað er óvist um tað ber til at tosa um tað í hesum føri, tí samstundis verða øktar byrðar lagdar á kommunur og skattgjaldaran.
Í hesum sambandi vísir hann á, at nú verður barnaverndarøkið lagt undir kommunurnar, samstundis sum barnsburðargrunnurin verður lagdur undir partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Tað fer at føra til øktar útreiðslur hjá kommununum og skattaborgarum.
 Tá ið vit hava tosað um skattalætta í hesum føri, hevur mest verðið tosað um at talan er um eitt endurgjald fyri at hesi øki eru løgd undir kommunurnar og partarnar á arbeiðsmarknaðin.
Løgmaður sigur, at sostatt má samgongan fyrst avgreiða um talan er um ein skattalætta eftir samgonguskjalinum, ella talan er um eina umlegging.
Og tað fer samgongan at koma til eina niðurstøðu um fyrsta dagin.
Men Løgmaður staðfestir, at ætlanirnar um at bøta um eftirlønina og samhaldsfasta, eru als ikki sleptar, hóast talan kanska verður um at útseta tað fyribils.
Tað veldst alt um, antin lækkingin í landsskattinum næsta ár verður defineraður sum ein skattalætti ella sum ein umlegging, sigur løgmaður.