Skattalættin kemur 1. januar

Tað lovar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Í valstríðnum lovaðu allir flokkar skattalættar, og tá nýggja samgongan tók við, legði hon dent á, at tey lág- og miðalløntu, ið ikki fingu lut í skattalættanum hjá undanfarnu samgongu, nú skuldu fáa ein lætta.


Men tá landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, síðst í september bar fíggjarlógaruppskotið í tingið, var eingin skattalætti at hóma. Tá var grundgevingin, at talan einans var um eina framskrivaða fíggjarlóg, tí nýggja samgongan ikki hevði havt tíð at gjørt sína egnu. Samgongan lovaði tó tá, at hon fór at gera nakrar broytingar í framlagda uppskotinum.


Nú røkist okkurt fyri, at ein av teimum broytingunum er nógv umtalaði skattalættin. Í drúgvari samrøðu í Sosialinum mikudagin, ið verður borin út í hvørt heim í Føroyum, verður Kristina Háfoss endurgivin fyri at lova, at skattalættin kemur innan næstu ellivu vikurnar.


- Og skattalættin kemur 1. januar. Tað hava vit lovað og eg vóni og vænti eisini, at andstøðan fer at taka undir við skattalættanum til lág- og miðalinntøkurnar.


Landsstýriskvinnan avdúkar ikki hvussu skattalættin skal fíggjast, annað enn at hon ásannar, at skattagrundarlagið má breiðkast. Upplýst verður tó, at ætlanin ikki er at hækka skattin hjá nøkrum.


Les alla samrøðuna við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, í Sosialinum.