Skattamálið: Her er skrivið frá Eik til Taks

Skrivið, sum villleiðir skattamyndugleikarnar.

Her er skrivið, sum Vikuskiftis Sosialurin hevur fingið hendur á, og í dag prentar saman við øðrum umfatandi tilfarið í skattamálinum hjá Eik. 

Skrivið nevnir als ikki, at tað er Fíggjarligt Støðufesti, sum hefti fyri tapið av kollsilgda Eik Banka. Skrivið nevnir heldur ikki keypstreytirnar, sum áseta, at nýggi bankin ikki hevur loyvi til at draga tap frá gamla bankanum frá. 

Sí alt um skattamálið hjá Eik í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld. 

SKRIV FRÁ EIK TIL TAKS TANN 24/6-2013

Viðvíkjandi sjálvuppgávu hjá Eik Banka fyri 2011

Í framhaldi av húsaganginum hjá Eik Banka (gamla Eik Banka) í oktober 2010, stovnaði Finansiel Stabilitet eitt nýtt partafelag (nýggi Eik Banki), sum yvirtók aktiv og passiv hjá gamla Eik Banka.

Nýggja partafelagið varð stovnað við einum kontantum innskoti á 2 mia.kr.

Yvirtøkan av gamla Eik Banka tók støði í einum yvirtøkujavna, sum var gjørdur upp pr. 30. september 2010.

Í tíðarskeiðnum frá 1. Oktober 2010 og fram til februar 2011 framdi nýggi Eik Banki fleiri broytingar, sum við tilvísing til IFRS (roknskaparreglur) vóru framdar umvegis eginognina. Broytingarnar komu í høvuðsheitunum av, at ognir vóru fráseldar við tapi samstundis sum eitt nú útlán vóru mett verri enn upprunaliga virði.

Talan var um samanlagt 514 mió.kr., harav bankin dróg tær 477 mió.kr frá á skattauppgerðini fyri 2011. (sí eisini fylgiskjal til sjálvuppgávu fyri 2011)

Aftaná februar 2011, tá ikki fleiri reguleringar vóru gjørdar yvir eginognina, kom bankin eisini til, at nøkur av útlánunum sum vóru mett verri enn upprunaliga virðið og tískil niðurskrivaðar nú vóru betur enn mett, og bankin inntøkuførdi roknskaparliga og skattliga hesar upphæddir í 2011. Hetta hevur eisini gjørt seg galdandi í 2012.

Í samband við uppsetanina av sjálvuppgávuni fyri 2012 hava vit umhugsað, hvørt tær skattligu útreiðslurnar á 477 mió.kr skulu dragast frá í skattauppgerðini ella um hesar eiga at verða viðgjørdar sum eitt skattligt goodwill og verið avskriva við 10% um árið.

Tað sum talar fyri at viðgera útreiðslurnar sum skattligt goodwill er,

-       at nýggi Eik Banki rindaði 477 mió kr. meira fyri yvirtiknar ognir tá hædd verður tikið fyri nýggjum metingum fram til februar 2011. Hetta kann soleiðsi metast sum goodwill, sum skattliga skal avskrivast yvir 10 ár.

Tað sum talar fyri at viðgerða útreiðslurnar sum rakstrarútreiðslur, sum skattliga kunnu dragast frá í skattauppgerðini er,

-       at talan er um eftirfylgjandi tap uppá nakrar av yvirtiknu ognunum, sum vóru staðfest aftaná, at raksturin í nýggja Eik Banka varð byrjaður.

-       at nýggi Eik Banki aftaná februar 2011 skattliga hevur inntøkuført fleiri av teimum broytingum, sum fram til februar 2011 vóru mettar verri enn upprunaliga virði og

-       at Fíggjareftirlitið/Vinnukærunevndin í avgerð frá 2000 tekur støðu til, at broytingar sum ein peningastovnur fremur í yvirtiknum virksemi aftaná yvirtøkuna ikki mega førast yvir eginognina. Hetta merkir, at broytingar aftaná eina yvirtøku hoyra til peningastovnin sum hevur yvirtikið virksemi og skal ikki førast umvegis eginognina til yvirtikna virksemi.

At Eik Banki valdi at føra broytingarnar yvir eginognina skal síggjast í ljósinum av, at Eik nýtti IFRS sum roknskaparreglur og ikki vanligu bankaroknskaparreglurnar sum nýttar verða av peningastovnum.

Okkara áskoðan er, at sjálvuppgávan hjá Eik fyri 2011 er rætti hátturin at seta sjálvuppgávuna upp. Í hesi hava vit drigi frá nettobroytingarnar frá byrjanini av nýggja virkseminum fram til februar 2011 á sama hátt sum aðrar broytingar fram til enda av 2011. Hinvegin duga vit at síggja, at tað kunnu verða viðurskifti, sum tala fyri, at viðgera útreiðslurnar, sum skattligt goodwill.

Fyri at tað ikki skal verða nakar ivi um, at Eik Banki nýtur rætta framferðarhátt til uppseting av sjálvuppgávu vilja vit heita á TAKS um at siga okkum, um TAKS er okkum í nýtta framferðarháttinum frá 2011 ella um rætti framferðarhátturin hevði verið at útreiðslurnar skulu metast sum skattligt goodwill við eftirfylgjandi avskriving yvir tíðarskeiðið 2011-2020.

Við tað at skattalógin §35a vísur á, at goodwill skal avskrivast yvir 10 ár og at rætturin til at avskriva fellur burtur um felagið ikki avskrivar í 1 av teimum 10 árnum, fara vit at heita á TAKS um at svara okkum aftur so skjótt sum møguligt, soleiðis at sjálvuppgávurnar kunnu rættast samsvarandi. Um so er, at TAKS metir at rætti hátturin hevði verið at avskrivað reguleringina yvir 10 ár, so heita vit á TAKS um at Eik Banki fær høvi at fremja broytingarnar samsvarandi virkandi frá 2011.

Um vit ikki fáa svar áðrenn 30 juni 2013 fara vit at seta sjálvuppgávuna fyri 2012 upp á sama hátt sum undarfarið ár.

Vinarliga

Súni Schwartz Jacobsen                                                       Ole Guldborg Nielsen

Forstjóri                                                                                  Fíggjarleiðari