Skattamálið: Her sæst málið frá byrjan til í dag

Sí tíðarlinju yvir skattamálið hjá Eik.

Skattamálið byrjaði aftur í 2010, tá ið gamli Eik banki fór á heysin. Hetta málið er nú endaliga viðgjørt av Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra á Taks, og í komandi viku fáa føroyingar at vita, um nakað víðari skal henda í málinum. Yvirskipað kann hugsast, at talan eru um nakrar møguligar niðurstøður.

 

Bárður Larsen kann vera komin eftir, at Eik gjørdi alt rætt, men at viðgerðin av málinum í Taks ikki var nøktandi, og at hetta skal tískil leiða til betraðar arbeiðsmannagongdir hjá Taks. 

 

Eitt møguligt útfall er eisini, at Bárður Larsen er komin eftir, at Eik Banki (nú Betri Banki) gav villleiðandi ella ófullfíggjaðar upplýsingar til skattavaldið. Um hetta hendir hevur Kristina Háfoss boðað frá, at málið fer víðari til fútan til støðutakan.

 

Ella er útfallið, at Bárður Larsen heldur málið vera greitt úr hondum á nøktandi hátt frá bæði Eik og Taks. Um so er, so hendir einki víðari í málinum. 

 

 

Her er tíðarlinjan í skattamálinum hjá Eik (Betri Banka):

 

September 2010 – Gamli Eik Banki fer á heysin.

 

30. september 2010 – Fíggjarligt Støðufesti yvirtekur bankan.

 

14. oktober 2010 – Nýggi Eik Banki Føroyar P/F verður settur á stovn.

 

Oktober 2010 – Fíggjarligt Støðufesti ger skattaskriv, sum ásetur, at einki skattligt virði frá gamla bankanum kann fylgja við í nýggja bankan

 

18. Februar 2011 – Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik, ger nýtt skattaskriv og staðfestir skattligu viðurskifti einaferð aftrat.

 

Apríl 2011 – TF Holding keypir 70 prosent av nýggja bankanum.

 

2012 – Leiðslan sendir sjálvuppgávu inn fyri 2010/2011. Tað er her, at bankin metir seg hava rætt til skattafrádrátt á 90 milliónir krónur. 

 

Mars 2013 – Granskoðanin sáar iva um skattafrádráttin

 

Juni 2013 – Nevndin áleggur leiðsluni at venda sær til Taks at spyrja, um skattamyndugleikin er samdur í skattafrádráttinum á 90 milliónir

 

Mars 2014 – Spekt sendir skrivligt upprit til leiðsluna í bankanum. Mælt verður frá skattafrádráttinum.

 

Juni 2015 – Taks játtar frádrátt yvir 10 ár sum goodwill, og harvið ikki í einum høggi, sum leiðslan í Eik upprunaliga roknaði við. 

 

Ársskiftið 2015/2016 – Jørn Astrup Hansen fer úr nevndini og greiðir alment frá orsøkini. Og soleiðis gerst skattamálið alment og føroyskir miðlar fara inn í málið.

 

Januar 2016 – Spekt vil ikki skriva undir rokniskapin hjá bankanum, nú skattafrádrátturin skal við í almennarokniskapin, uttan átekning.

 

27. januar 2016 – Eik vendir sær aftur til Taks orsaka av ósemjuni um frádráttin

 

Januar 2016 – Fíggjarligt Støðufesti vendir sær til Fíggjarmálaráðið, og heitir á myndugleikan um at taka málið um skattafrádráttin til viðgerar aftur. 

 

Januar 2016 – Taks tekur málið uppaftur til enn eina viðgerð

 

21. mars 2016 – Deloitte grannskoðarafyritøkan, sum TF Holding (nú Betri Samtakið) spurdi eftir, sigur gott fyri skattafrádráttinum

  

14. juli 2016 – Eik kærir Sosialin og Kringvarpið til fjølmiðlanevndina fyri viðger av skattamálinum. 

 

23. september 2016 – Eik banki stevnir Jørn Astrup  Hansen fyri ærumeiðing, tí hann millum annað í Sosialinum segði sína hugsan um málið.

 

6. december 2016 – Fjølmiðlanevndin fríkennir miðlarnar í kærumálinum.

 

 

7. februar 2017 – Taks broytir støðu. Nýggja niðurstøðan er, at frádrátturin fer frá 90 milliónum til 0 krónur.

 

7. mars 2017 – Bárður Larsen verður settur av Kristinu Háfoss sum bráðfeingisstjóri á Taks at kanna skattamálið

  

21. mars 2017 – Eik banki og TF Holding broyta navn til Betri Banka og Betri samtakið

 

31. mars 2017 – Eik banki sleppur stevningini móti Jørn Astrup Hansen

  

1. juli 2017 – Bárður Larsen sendir frágreiðingina til Fíggjarmálaráðið

  

13. juli 2017 – Súni Schwartz Jacobsen fer frá sum stjóri í Betri Samtakinum 

 

 

Í komandi viku fáa føroyingar at vita, hvat stendur í frágreiðingini hjá Bárði Larsen.