Skattamálið: Landsstýriskvinnan bíðar eftir Taks

- Eg fylgi væl við í tí, sum alment kemur fram í hesum málinum, men eg vil einki siga enn, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálnum.

-Eg fylgi væl við í tí, sum alment kemur fram í hesum málinum, men eg vil einki siga enn, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálnum.

Skattamálið hjá Eik er nú fyri aðru ferð til viðgerðar hjá Taks. Í fyrstu atløgu sendi leiðslan í Eik eitt skriv til Taks tann 24/6-2013, har spurt var um, hvussu 90 milliónir krónur – svarandi til 18 prosent av einum tapi á 514 milliónir – kundi dragast frá í skatti. Tá kom Taks til, at Eik kundi draga tapið frá sum goodwill yvir 10 ár.

Hendan niðurstøðan var tó tikin, uttan at eitt nú útsagnirnar hjá grannskoðarunum vóru sendar við til Taks. Uttan at skjal frá Fíggjarligum Støðufesti – gjørt í samráð við danskar skattamyndugleikar – var sent við. Eitt skjal sum sigur, at ikki er loyvt at draga tap frá gamla bankanum frá í nýggja bankanum. Og ikki varð sagt heldur, at Fíggjarligt Støðufesti hefti fyri tapið sum garantur.

 

Málið varð tikið uppaftur fyrr í ár. Hetta millum annað tí, at Fíggjarligt Støðufesti sendi eitt skriv til Fíggjarmálaráðið, sum síðani sendi tað víðari til Taks. Men tað eru eisini aðrar orsøkir til, at málið varð tikið uppaftur. Tað kanst tú frætta meira um á in.fo seinni í dag.

 

Nú liggur málið so framvegis hjá Taks, og bíðað verður eftir einari niðurstøðu. Sum skilst hevur Taks vent sær til danska Skatt í hesum máli.

 

Kristina Háfoss er landsstýriskvinna við skattamálum. Hon vil ikki siga nakað um málið nú, men staðfestir, at hon bíðar eftir niðurstøðuni frá Taks.

 

-Tað er umráðandi, at Taks fær frið at arbeiða. Men eg fylgi við í tí, sum kemur alment fram, sigur landsstýriskvinnan.