Tað gingu heili 22 mánaðir frá tí, at granskoðanin skrivliga segði við nevndina í Eik, at tey ikki meta tað er lógligt at draga tapið á 90 milliónir krónur frá í skatti, til nevndin avráddi at venda sær aftur til Taks.
-Hví siga tit ikki Taks frá, at grannskoðarin hjá tykkum er ósamdur við tykkum í hasari tulkingini, so Taks veit hvat støðan skal takast útfrá, spurdi Bogi Godtfred fríggjakvøldið, tá ið Súni Schwartz Jacobsen var gestur í Dagur&Viku.
Og stjórin svaraði:
-Tá tað kom fram, avráddi nevndin 26. januar í 2016, at vit skuldu taka kontakt til Taks aftur, og bjóða teimum oman á fund í Eik banka, har grannskoðarin eisini greiddi frá sínari hugsan.
Men tað má sigast at vera ósamsvar millum tað, sum bankastjórin førdi fram fríggjakvøldið, og tað, sum skjølini hjá Sosialinum vísa. Tí longu í mars 2014 sendi granskoðanin eitt skriv til nevndina í Eik. Har var sagt, at tað eftir teirra meting ikki er loyvt at draga tapið frá hvørki sum skattafrádrátt ella sum skattligt goodwill.
Og longu í mars 2013 - 34 mánaðir áðrenn Eik nevndi tað fyri Taks - var hetta málið fyri hjá grannskoðanini við somu niðurstøðu.
Hóast hetta varð sent í mars 2014, so sigur Súni Schwartz Jacobsen við Dagur&Viku, at so skjótt tað kom fram, at grannskoðarin var ósamdur við nevndina, so vendu tey sær til Taks. Tað eru tó 34 mánaðir ímillum, at granskoðanin segði sína hugsan um málið, til at Eik vendi sær aftur til Taks.
Les meira í Sosialinum í dag.