Skattamálið: Taks vendir sær aftur til Eik

- Nógvir nýggir upplýsingar eru komnir fram alment og tí má Taks spyrja Eik um fleiri upplýsingar.

Skattamálið dregur út hjá Taks. Eftir ætlan kemur Taks við sínari niðurstøðu um nakrar vikur. 

 

Við kringvarpið í dag sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, at tað eru nógvir nýggir upplýsingar komnir fram alment, og tí má Taks venda sær til Eik eftir fleiri upplýsingum. 

 

Taks vil annars ikki siga nakað meira um málið, áðrenn tey eru komin til sína niðurstøðu. 

 

Les meira um skattamálið og TF Holding samtakið í Vikuskiftis Sosialinum, sum er komin í handlarnar í dag.