Skattaprosentið niður og hægri barnafrádrátt

Elin Lindenskov, Býráðslimur í Tórshavnar kommunu
----

Tá Tórshavnar Kommuna fór undir at byggja Boðanesheimið, valdi býráðið at hækka skattaprosentið við einum prosenti fyri at fíggja røktarheimið.

Nú Boðanesheimið er liðugt, og so gott sum goldið, valdi samgongan í býráðnum at seta skattaprosentið niðuraftur við einum hálvum prosenti og at lata eitt hálvt prosent til hægri barnafrádrátt. Tað merkir, at barnafamiljur næsta ár fáa 2.500 meira í barnafrádrátti fyri hvørt barnið.

Orsøkin til at vit valdu at lata eitt hálvt skattaprosent í barnafrátti var tí, at vit í samgonguni vildu gera tað lættari fyri barnafamiljur at búleikast í Tórshavnar kommunu.

Tað er eingin ivi um, at 2.500 krónur afturat verandi barnafrádrátti fer at merkjast væl hjá barnafamiljum og fer at gera gerandisdagin munandi lættari. Hesin barrnafrádráttur kemur afturat verandi barnafrádrátti sum er 5.500. Hetta merkir, at barnafrádrátturin í Tórshavnar kommunu í 2013 verður 8.000 fyri hvørt barnið, umframt at skattaprosentið verður lækkað eitt hálvt prosent. Hervið er barnafrádrátturin ein av hægstu í landinum.

Vilt tú, at Tórshavnar kommuna skal vera eitt betri stað at búgva í hjá barnafamiljum, so eigur tú at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum á valinum 13. november.