Skattastigin lækkar eitt vet ? eitt stig á røttu leiðini

Í løtuni liggur uppskot um skattalætta í tinginum. Skattauppskotið viðførur at skattastigin verður broyttur. Fyrstu ferð í ár og aðru ferð í 2004. Broytingarnar í skattastiganum gera, at marginalskatturin lækkar eitt vet. Tað er positivt, men enn er langt á mál

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt uppskot fyri tingið um skattalætta uppá tilsamans 123 milliónir krónur yvir tvey ár. Ein partur av hesum skattalætta verður nýttur til at lækka hægsta marginalskattaprosentið frá 37% til 36%.
Hetta er avgjørt eitt stig á røttu leiðini. Men enn er langt á mál.
Hóast skattalættan, rinda tey sum vinna eina miðalinntøku beint omanfyri 170.000 krónur, á leið 57% í marginalskatti, um kommunuskatturin og kirkjuskatturin eru tilsamans 20% og hædd verður tikið fyri gjøldunum til arbeiðsloysistrygging, arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn og barsilsgrunn.
170.000 er ikki nøkur háinntøka, men hóast tað verður henda løn toppskattað. Til dømis fær ein persónur, sum er løntur eftir fastlønarsáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag, 15.900 krónur um mánaðin ella 190.800 um árið.
Hetta ger tað sjálvandi minni áhugavert hjá løntakaranum at taka eyka tøk. Verður arbeitt ein tíma ella tveir yvir, verða 57 oyru av hvørjari vunnari krónu inndrigin í skatti, áðrenn lønin verður útgoldin. Motivatiónin, sum átti at ligið í eini bonusskipan, fánar burtur av hesum, tí hvørja ferð løntakarin kýtir seg, fellur skattahamarin.
Neyðugt er at lækka skattaprosentið munandi á seinast vunnu krónunum. So hóast nýggi skattastigin hjá Karstini Hansen er eitt stig á røttu leiðini, er framvegis langt á mál.