HUXA – Fólkafloksungdómur
----
Unga Tjóðveldi (UT) átekur sær aftur leiklutin sum reinur og skærur sannleiki og eksponent fyri høgan politiskan moral.
Tey sóknast eftir sakligheit. Helst munnu tey hava gloymt sína ósakligu framferð og persónligu álop, tá tey buldraðu uppá karamellublikk undir Tinghúsinum og hunddálkaðu okkara fólkavaldu.
Ikki minst tykkara verbalu runubløk undir greinini hjá HUXA fríggjadagin. Lesið viðmerkingarnar frá tykkara gøtubullum og skammið tykkum.
Tjóðveldi er sum altíð: Eitt sminkað lík. Og Unga Tjóðveldi? Dúgva kemur ikki úr ravnseggi.
Hví so moralskt fortørnaðir?
HUXA staðfestur bert nøkur almenn hagtøl:
1) Hallið á fíggjarlógini: Úr 700 mió kr niður í 250 mió. (70% lækkað síðan 2009).
2) 400 fleiri arbeiðspláss.
3) Makrelurin virkaður í Føroyum og útgoldin sum lønir í Føroyum.
4) Landskassin rikin fyri somu krónur í ár sum í fjør. Eingin mist nakað.
5) Heilsutrygdin uppkravd progressivt. (Annars einki nýtt brúkaragjald).
6) Allar deildir í Heilsuverkinum opið alt fjør (fyrstu ferð).
7) Flatskatturin gevur øllum skattalætta sum lutfall av tí skatti, hvør rindar. (Økt vælferð)
8) Bjartskygni valdar aftur (smbr. Gallup).
9) Sølan av bilum (200-300.000 kr) er hækkað nakað.
10) Lítil inflatión. Tí 3-4 ára langir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum.
11) Almannastovan rindar nakað tað sama í forsorg. (Tað prógvar vælferð).
12) Suðuroyggin og Føroyar blóma. (Tjóðveldi ynskir ístaðin, at plastjollur skulu keypa makrelin á ‘uppboði’ til kinesisk risaskip, so landskassin fær nakrar krónur, og makrelurin verður sendur av landinum. So vertin á føroysk fiskiskip, fiskimenn og búskapin).
13) Føroyska BTÚ´ið vaks 2,5% í fjør og aftur 3,6% í ár (sambært Búskaparráðnum).
Hvørji onnur fakta vil UT hava staðfest? Hvussu kann tað vera uppáhald uttan hald í veruleikanum?
Meir skuldi ikki verið neyðugt!
Tjóðveldi hevur sitið uttan politiska ávirkan síðan 2003 (í 10 ár) – undantikið CHE-samgonguna (í 8 mánaðir!). Eisini tá (í 2008, sum í 2003) stakk Tjóðveldi í sekkin, tá bróstabank, brask og bregg endaðu við 700 mió kr í landskassahalli.
Samgongan hevur víst ábyrgd, og rudda upp eftir CHE-samgonguni.
Fólkaflokkurin og HUXA ynskja fríar borgarar í fríum landi.
Tjóðveldi og UT ynskja skattfjøtraðar borgarar í sosialistiskum trælastati.
Løgið, at TJ og UT halda, at hækkandi almennar útreiðslur loysa trupulleikan, tá tað er rótin til trupulleikan, av ov nógvari sosialismu. Tað almenna er ikki loysnin til trupulleikan, men rótin.
Tey vinstrahallu tráa bert eftir at pína fólk eftir meiri skatti – reinur gramleiki.