Skattur av handli við fíggjarkrøvum

Eyðfinnur Jacobsen
---

ES-nevndin hevur lagt fram lógaruppskot um at skatta handil við fíggjarkrøvum.
Skotið er upp at leggja avgjald upp á 0,1% á handil við partabrøvum, skuldarbrøvum og gjaldoyra, og at leggja avgjald upp á 0,01%, tá handlað verður við øðrum fíggjarligum tólum (terminsavtalum o. ø.)
ES-nevndin roknar við, at skatturin av handli við fíggjarkrøvum kemur at geva einr 57 milliardir evrur um árið.
Uppskotið hjá ES-nevndini bygdi á eina reglu um, at skatturin skuldi rindast í tann mun seljari ella keypari er heimahoyrandi í einum ES-landi. Harðar atfinningar hava verið ímóti uppskotinum, eitt nú, at slíkur skattur kann elva til, at kapitalurin verður fluttur úr Evropa. ES-nevndin hevur tikið atfinningarnar til eftirtektar og ætlar nú í staðin, at avgjald skal leggjast á tær fíggjarognir, sum hava sín uppruna í einum ES-landi uttan mun til, hvar í heiminum, handlað verður. Hetta er sama mannagongd, sum hevur verið galdandi fyri partabrævhandil í Bretlandi í mong ár.

Robin Hood-skattur
Felagsskapir, ið arbeiða fyri øktari hjálp til menningarlondini, hava í mong ár arbeitt fyri fáa altjóða samfelagið at seta í verk skatt av handli við fíggjarkrøvum, ein skatt, sum eisini verður nevndur Robin Hood-skattur, og sum skal koma menningarlondunum til góðar.
Hesir felagsskapir vísa á, at um 50% av hesum skattainntøkum fór til at avmarka skaðan av veðurlagsbroytingum og bardagan móti fátækradømi í menningarlondunum, vildi árliga altjóða hjálpin til menningarlondini hækka tíggjufalt. Hini 50% vildu hinvegin kunna skapt í hundrað túsundvís arbeiðspláss í Evropa árliga.

------

FAKTA
Ein handil við fíggjarkrøvum er ein handil við t. d. virðisbrøvum og gjaldoyra. Hugskotið um skatt av handli við fíggjarkrøvum (Financial Transaction Tax) gongur heilt aftur til navnframa enska búskaparfrøðingin John Maynard Keynes, sum undir búskaparkreppuni í 1930-árinum setti fram uppskot um skatt av hesum slag.
Í 1970-árunum útbygdi nobelprísvinnarin James Tobin hugskotið til í staðin at fevna um gjaldoyrahandlar, eisini nevndu Tobin-skatturin. Endamálið hjá Tobin var, at skatturin skuldi avmarkað spekulatión og við hesum fáa javnvág í marknaðin.