Skattur: Stórur munur á suðuroyingum og øðrum

Vágs kommuna hevur boðað frá metinntøkum, men kortini er støðan ring har suðuri.

Inntøkurnar í Suðuroynni eru munandi lægri enn aðrastaðni. Tað skrivar Suðuroyarportalurin í dag. 

Hóast kommunurnar í Suðuroynni undir einum høvdu ein hampiligan vøkstur í persónsskattainntøkunum, so eru persónsskattainntøkurnar í Suðuroynni á væl lægri støði enn aðrastaðni í landinum.

Verða persónsskattainntøkurnar hjá kommunum í Suðuroynni roknaðar í mun til fólkatalið í Suðuroynni (persónsskatta-inntøkur pr. borgara), so fingu kommunurnar í Suðuroynni 31.966 kr. í persónsskatti pr. borgara í oynni.

Og munurin millum kommunurnar í Suðuroynni og aðrastaðni í landinum, skrivar Suðuroyar portalurin. 

Tí verður hugt eftir øðrum kommunum í landinum, so er hetta eitt lágt støðið.

Í Eystur kommunu var persónsskattainntøkan hjá kommununi pr. borgara 39.639 kr. í 2016.

Í Fuglafjarðar kommunu 36.851 kr. pr. borgara.

Í Klaksvíkar kommunu 36.288 kr. pr. borgara.

Í Runavíkar kommunu 35.955 kr. pr. borgara.

Í Tórshavnar kommunu 34.091 kr. pr. borgara.

Sostatt liggja kommunurnar í Suðuroynni millum 2.000 og 7.000 kr. lægri enn aðra kommunur í landinum, tá hugt verður eftir persónsskattainntøkunum pr. borgara hjá kommununum.

Tað skrivar Suðuroyarportalurin.