Skatturin minkaði 170 milliónir

Sambært tíðindaskrivi frá Taks í dag hevur landskassin fingið fleiri pengar inn í MVG átta teir fyrstu mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Meðan landið fyrstu átta mánaðirnar í fjør fekk 845 milliónir krónur inn í mvg, so var talið fyrstu átta mánaðirnar í ár 852 milliónir krónur.

Altso ein vøkstur upp á sjey milliónir krónur.

Fyrradagin sendi Taks eitt annað tíðindaskriv, sum snúði seg um, at landið hevði fingið 17,3 prosent minni inn í landsskatti átta teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til í fjør. Meðan landið fyrstu átta mánaðirnar í fjør fekk 985 milliónir krónur inn, so var hetta talið bara 815,5 milliónir fyrstu átta mánaðirnar í ár. Tað vil siga, at landið fekk góðar 170 milliónir krónur minni inn fyrstu átta mánaðirnar í ár í mun til í fjør.

Samlaðu inntøkurnar hjá landinum í landsskatti og mvg fyrstu átta mánaðirnar í ár í mun til í fjør eru soleiðis 163 milliónir minni.

Á nýggjárinum kom í gildi nýggj skattaskipan við partvísum flatskatti og við skatting av pensjónsinngjøldum.