Skatturin í Vági lækkar aftur næsta ár

Í Vágs Býráði halda tey, at tað hevur týdning, at skattaprosentið í Vági líkist tí, aðrar størri kommunur hava

Tað er nú greitt, at skattaprosentið í Vági lækkar aftur næsta ár

 

Í fundi í gjárkvøldið viðgjørdi Vágs Býráð fíggjarætlanina fyri næsta og har varð samtykt at  lækka skattaprosentið úr 22,50 prosent niður í 22,25 prosent.

 

Sostatt verður kommunuskattaprosentið í Vági nú lækkað fjórða árið á rað. Í 2013, tá hetta býráðsskeið byrjaði, var skattaprosentið í Vági 23,25%, og sostatt er tað lækkað við eitt prosent hesi fýra árini.

 

Á býráðsfundinum í Vági varð ásannað, at lækkingin er ikki stór, men tey mettu kortini, at tað hevur stóran týdning at skatturin í Vági verður lækkaður, so at skattaprosentið í Vági líkist tí, aðrar kommunur hava og ikki er so høgt, at tað skilir seg burtur úr

 

Hóast kommunuskattaprosentið er lækkað, veksa inntøkurnar hjá Vágs kommunu, og níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár er inntøkan næstanb 10,5 % hægri enn sama tíðarskeiði í fjør.

 

Vágs kommuna hevur fyrstu 9 mánaðirnar í 2016 fingið inn 31,3 mió. kr. í persónsskatti, hetta er nlstan tríggjar milliónir meiri enn í fjør.

 

Fyribils eru ongar íløgur settar á fíggjarætlanina. Men hon skal hava eina viðgerð afturat, áðrenn hon er endaliga samtykt.

 

Nú fer býráðið so at viðgera ætlanina neyvari og Dennis Holm, birgarstjóri, ivast ikki í, at íløgur verða gjørdar fyri nakrar milliónir.