Nú verður aftur møguleiki, at koma ein dag á skeið hjá danska bindidesignaranum, Christel Seyfarth Christel Seyfarth er úr Fanø og arbeiðir sum bindi-designari.
Hon hevur fyrr verið í Føroyum og havt skeið í hondbinding. Hesi skeiðini vóru sera væl eydnaði, og áhugin var stórur.
Christel Seyfarth kemur at hava eitt skeið á Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík mánadag 16.juni kl. 10.00 ? 16.00
Á workshoppini verður ma. fyrilestur við myndum og undirvísing í hondbinding.
Tey, sum hava hug at fara á hetta skeiðið, kunnu tilmelda seg hjá fyritøkuni Noða í Klaksvík.