Skeið innan ítriv og list

Fyritøkan Blika skipar í hesum døgum fyri skeiði innan ítriv og list. Skeiði verður í skúlanum við Løkin í Runavík og í Verkhúsinum Virkni í Havn.

Endamálið er at geva arbeiðsfólki í barnagørðum, lærarum og teimum, sum arbeiða við menningartarnaðum ein møguleika at læra fleiri nýggj ting innan ítriv og list.

 

Tað er Eva Tworek, sum undirvísir vegna fyritøkuna Av Form.

Eva Tworek hevur verið í Føroyum tríggjar ferðir áður - 2001, 2002 og 2003. Eva arbeiðir til dagligt innan sama yrki í Danmark.

 

Undirvíst verður í sampling, litlæru, ikon framleiðslu, trykkteknikkum, ostavoks og øðrum.

 

Flestu skeiðini eru fullteknað, men um onkur hevur hug at luttaka, skulu tey seta seg í samband við Blika , verður sagt úr Blika.