Síðani apríl mánaði í fjør hava menn arbeitt við at gera skeiðsdepilin í Skálavík lidnar. Arbeiðið varð mett til eitt ár, og tað verður liðugt til tíðina.
Ætlanin er, at skeiðsdepilin sum grunnurin Immanuel eigur, skal kunna hýsa einum hópi av ymiskum tiltøkum til børn, ung og vaksin.
Inni er stórur salur, góður køkur, góðar umstøður at búgva í og annars alt tað sum krevst til ein slíkan depil, bæði av amboðum, tøkniligari útgerð og øðrum.
Arbeiðið byrjaði í apríl mánaði í fjør og nú sæst ein endi á tí. Sambært nevndini í grunninum, sum skal reka skeiðsdepilin, er ætlanin at taka bygningin í nýtslu fyrst í mai mánaði í ár.
Hóast bygningurin ikki er liðugur enn, hava longu fleiri fyrispurningar verið um leigu, og enntá hevur onkur longu leigað depilin eitt vikuskiftið.