Skeið í sjálvsmenning

   

Ert tú konufólk og hevur áhuga í at menna teg persónliga, er hetta skeiðið kanska júst nakað fyri teg. Skeiðið, sum er fyri kvinnur í øllum aldursbólkum, verður hildið í Havn í døgunum 31.mai og 1. juni í ár
Ein ferð byrjar altíð við fyrsta fótafetinum, sigur skeiðleiðarin, sum seinastu fimm árini hevur hildið serstakt skeið fyri kvinnur. Ein orsøk til at hetta er kvinnuskeið burturav, kemst av, at kvinnur kenna seg tryggari og kunnu betur tosa um síni viðurskifti sínamillum, tá ið tær eru í bólki fyri seg.
Soleiðis sigur Anette Sundby, skeiðleiðari. Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari, men hevur seinastu 14 árini skipað fyri skeiðum, har hon m.a. lærir kvinnur, hvussu tær kunnu mennast og soleiðis økja sjálvsvirðið.
Nógvar kvinnur koma á hesi skeið, tí at tær hava hug at læra okkurt nýtt, ella tí tær standa á einum vegamóti í lívinum, har teimum tørvar at læra meiri um sínar persónligu eginleikar, sigur Anette Sundby.
Orsøkin til at hon hevur ment hesi serligu kvinnuskeið, er, at hon hevur sjálv verið fyri stórum mótburði. Tað hevur gjørt, at hon ofta hevur ivast í sínum egna kvinnuvirði. Fyri at vinna á ivanum hevur hon stríðst fyri at endur-skapa kensluna av síni styrki sum kvinna. Hesum royndum vil Anette Sundby m.a. greiða sínum medsystrum frá.
Skeiðið er fyri kvinnur í øllum aldursbólk-um. Ert tú áhugað í at læra nakað nýtt, sum kann menna teg í arbeiðs- og persónliga lívinum, er hetta skeiðið kanska ein møguleiki.
Skeiðið er ikki nakar "undurkurur", men heldur ein byrjan á einari ferð, har tú fært hugskot og íblástur, sum tú kanska droymir um, til m.a. at skapa broytingar í lívsgrundarlagnum, men ikki veitst, hvussu skal fremjast.
Á skeiðinum verður høvi at gera sær tankar um lívið, at hugsa seg gjølla um og at arbeiða fram ímóti at seta sær onnur stevnumið.
Skeiðið verður í Slættanesgøtu 5, leygardagin 31.mai og sunnudagin 1.juni báðar dagar kl. 9 ? 17.
Luttakaratalið er avmarkað til í mesta lagi 18 luttakarar. Kostnaðurin er 1850 krónur, íroknað er skeiðtilfar, kaffi/te, køkur og frukt eisini fáa luttakarnir ein serliga "gávu".
Áhugaðar kunnu fáa nærri upplýsingar um kvinnuskeiðið við at venda sær til Sigrún Mohr, telf. 315298, ella til Anette Sundby,
tlf. 0045 45424650, telduadr:
[email protected] Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna www.anettesundby.d