Skeið um demenssjúku

Tíðindaskriv

Hvussu eru vit saman við teimum dementu?
Minnið, hvat er tað?
Sorg.
Ótti.
Samvitska.

Hesi eru nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd á skeiði í MBF-húsinum mánadagin tann 11.mars kl. 9 ? 16. Tað er Elsa Zachariasen, sum stendur fyri skeiðinum. Elsa er útbúgvin sjúkrasystir, hon er demensráðgevi og arbeiðir sum deildarleiðari á einari demensdeild í Brøndby. Hon hevur drúgvar royndir sum undirvísari og fyrilestrarhaldari um demens.

Í mesta lagi 20 fólk sleppa við á skeiðið.

Tilmelding á tlf. 313102 ella teldupost: [email protected]