Skeið um messur

Fríggjadagin 16. september 2005 skipar Synergi fyri einum »Messuskúla«.
- Vit fáa vitjan av fyrrverandi marknaðarstjóra hjá Svenska Messan í Gøteborg, Björn Malmström, sum hevur nógvar royndir við messum, bæði í teori og praksis. Björn fer at viðgera teir ymisku hornasteinarnar, sum standast av at luttaka á einari messu og teir eru nógvir, sigur Synergi í tíðindaskrivi.
Vit vita, at tað er kostnaðarmikið at hava bás á messum. Kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi. Men við rætta bási og rætta framferðarhátti á básinum, kann tað tó geva fyritøkuni nógv og góð kundasambond. Men
"Hvat er ein »rættur« básur?
"Skulu tit fylla hann við alskyns vørum og tænastum?
"Hvat er eitt MUST og hvat er absolutt bannlýst?
"Hvat við fyrireiking áðrenn? Hvat við framferðarhátti á sjálvari messuni?
"Og hvat við uppfylging?

Um tín fyritøka javnan luttekur á messum her heima ella uttanlands, ella um tit umhugsað at fara tann vegin í tykkara sølustrategi, so er "Messuskúlin" júst nakað fyri tykkum. Á skeiðinum fáa tit íblástur til at taka endaligu avgerðina, tit fáa íblástur til hvussu tit skulu bera tykkum at og hvussu tit í størst møguligan mun tryggja, at tit fáa nakað burturúr tíðini og pengunum sett verður av til hetta?
Málbólkur: Fyritøkur sum javnan hava bás á messum, bæði herheima og uttanlands. Fyritøkur sum umhugsað at luttaka á messum, fólk á marknaðardeildum og søludeildum, sum antin fyrireika ella luttaka aktivt á messum sum sølufólk. Eisini er tað upplagt hjá starvsfólkum á lýsingastovum at luttaka. Meiri fæst at vita á www.synergi.fo