Skeið við Niels Peter Rygård

Í døgunum 14. og 15. juni 2011, skipar Gigni fyri skeiðið við Niels Peter Rygård í Norðurlandahúsinum, undir heitinum “Tilknýtisástøðið í verki”.

Niels Peter Rygård er cand psyk. aut., og hevur í nógv ár arbeitt við tilknýtisástøði, í mun til foreldraførleikamenning, eygleiðing, umsorganarsvik, menning av familjueindum, - og serundirvísing til skúlabørn og ung við tilknýtisórógv. Niels Petur Rygård hevur skriva nógvar bøkur, og eru bøkur hansara umsettar til fleiri enn 10 mál. Skeiðið er serliga ætla teimum, sum dagliga arbeiða við børnum, ungum og foreldrum.

Eitt av evninum, ið tikið verður upp, er menningartilgongir av tryggum tilknýtið í mun til lítla barni og til skúlabarnið, - hvørjar avleiðingar ótrygga tilknýtið hevur fyri innlæring og psykososialu menningina hjá barninum, - og menningar møguleikar hjá børnum í skúlaaldri, sum við lívsbyrjan og í barnaárunum, hava fingið ótrygt tilknýtið.

Gigni leggur sera stóran dent á fakliga menning, - og hesa ferð hevur stovnurin valt at bjóða samstarvsfelagum og øðrum fakbólkum, til hetta sera spennandi og viðkomandi skeiðið. Til ber at lesa meira um tilmelding og innihald á www.gigni.fo.