Leygarmorgunin, tá ið klokkan var næstan hálvgum fimm, sóust fólk fara inn á eitt vertshús í Havn, og hetta fekk poltiið eina fráboðan um.
Tá ið politiið fór á dyrnar, vóru 25 fólk inni. Politiið koyrdi tey út og stongdi.
Skeinkistøð hava ikki loyvi at hava opið longur enn til klokkan hálvgum fýra.
Politiið skrivaði frágreiðing um hendingina, og frágreiðingin verðurn helst løgd fyri loyvisnevndina, við tað at skeinkistaðið hevur brotið treytirnar.