Skeiv gongd í Suðuroyar Sparikassa

Suðuroyar Sparikassi vann ikki pening fyrstu seks mánaðirnar í ár. Ómaksgjøld skulu nú skapa størri inntøkur

ROKNSKAPUR

 
Á rættari kós. Soleiðis stendur við stórum stavum skrivað á vindeyga hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn. Um kósin er røtt mugu lesararnir sjálvir meta um, men Suðuroyar Sparikassi hevði fyrstu seks mánaðirnar í ár undirskot áljóðani 91.000 krónur.
Ikki í sjálvum sær nakað stórt tap, men í øllum førum Norðoya Sparikassi av hinum føroysku peningastovnunum hevur vunnið pening fyrstu seks mánaðirnar.
- Eg kundi hugsað mær, at úrslitið var betri. Men eg rokni við, at tað fer at geva yvirskot fyri alt árið, sigur Søren L. Bruhn, stjóri fyri Suðuroyar Sparikassa.
Burturlegginar og øktar starvsfólka og umsitingarligu útreiðslurnar eru høvuðsatvoldirnar til vánaliga úrslitið. Øktar burturlegginar eru eitt tekin um, at tað gongur skeiva vegin í samfelagnum, og sparikassin væntar at missa pening.
- Nógvar av øktu útreiðslunum eru størri útreiðslur, ið bert verða rindaðar einaferð. Eitt nú hava vit fingið nýggja teldurskipan og keypt aðra útgerð, sigur Søren L. Bruhn.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tungt
Fíggjarstøðan hjá Suðuroyar Sparikassa er góð. Solvensurin, t.e. sambandið millum eginpening og skyldur, er 19,0%. Solvensurin var tó 22,7% sama tíðarskeið í 2004. Verandi lóggáva ásetir eitt minstamark upp á 8%.
Men eitt negativt úrsliti fyri fyrstu seks mánaðirnar av 2005 kann ikki tulkast positivt. Upphæddirnar eru tó smáar, men tað er eisini eitt sereyðkenni fyri Suðuroyar Sparikassi, støddin.
Suðuroyar Sparikassi er nakað heilt fyri seg í føroyskum høpi. Ein pinkulítil peningastovnar, sum ikki kann loyva sær somu útreiðslur. Eginpeningurin er bert knappar 38 mió. Til sammetingar átti Føroya Banki 1.557 milliónir í eginpeningi við árslok 2004. Suðuroyar Sparikassi gav eitt nú Vágs bóltfelag 100.000 krónur í gávu. Skuldi Føroya banki givið eftir sama lutfallið við eginpening, so skuldi bankin givið 4,1 millión. Tær 100.000 til VB høvdu eisini kunnað givið sparikassanum eitt yvirskot.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Krevja ómaksgjøld
Ein máti hjá Suðuroyar Sparikassa at betra um fíggjarstøðuna er við at fara undir at krevja ómaksgjøld.
Ì egnum tíðindaskrivi skrivar Suðuroyar Sparikassi, at nú rinda øll fyri sítt. Àður hava øll goldið fyri øll.
Men tað er einki yvir at dylja, at ómaksgjøldini hava til endamáls at fáa til vega fleiri inntøkur. Nú skulu fólk eitt nú rinda fimm krónur fyri eina vanliga flyting innanlands.
- Áður hava vit livað av rentumarginalinum, (t.e. munurin millum útláns- og innlánsrentuna, blðm,), men nú kenna vit okkum noydd til at krevja ómaksgjøld fyri tænastur, sigur Søren L. Bruhn.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men ger hetta ikki, at Suðuroyar Sparikassi missir sína serstøðu og fyrimunir?
- Eg veit ikki, hvussu nógv fólk hyggja eftir ómaksgjøldum, tá tey velja millum peningastovnar. Sum oftast verður hugt eftir rentuni, og hon er rættiliga lík hjá øllum peningastovnum.
Tú kanst siga, at tað eisini skal vera ein fyrimunur hjá tí, ið ger síni ørindi á internetinum heldur enn í avgreiðsluni, sigur Søren L. Bruhn
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sama profil
Hóast gongdin er negativ higartil í ár, so ætlar Suðuroyar Sparikassi ikki at broyta sítt býti millum privat- og vinnufígging.
-        Tað er ein øgiliga stórur váði við at fíggja nógv vinnulív. Vit hava ikki ráð til at missta tíggju milliónir upp á eina verkætlan á sama hátt sum aðrir føroyskir peningastovnar hava, sigur Søren L. Bruhn.
Sparikassin hevur deildir í Havn og á Tvøroyri, men annars hevur virksemið fyri tað nógva verið í og rundanum syðra part av Suðuroynni.  
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tølini
Suðuroyar Sparikassi sigur í tíðindaskrivi, at betto rentu- og kostnaðarinntøkurnar fyrra hálvár 2005 vóru 7.854.000 kr.  Hetta er umleið tað sama sum fyrra hálvár 2004.
Sparikassin hevur avsett og burturlagt 995.000 kr. uppá skuldarar samanborið við eina afturflyting uppá 2000 tús. kr. fyrra hálvár 2004.
Sparikassin hevur avskrivað 130.000 kr. uppá fastar ognir, maskinur og innbúgv fyrra hálvár 2005. Fyrra hálvár 2004 vóru avskrivaðar 77 tús. kr. Hækkingin er orsakað av nýggjum tólbúnað og nýggjari deild á Tvøroyri.
Fíggjarstøða sparikassans javnvigar við 367  mió. kr. ultimo juni 2005 ímóti 369 mió. kr. ultimo juni 2004.
Eginpeningur sparikassans er nú 37,9 milliónir. Innlánini eru 324 millónir, og útlánini eru í alt 276 milliónir.