Landsverk og onnur hava ávarað um ætlanina at rulka mest møguliga ferðslu saman í eina rundkoyring langt undir havbotninum.
Ferðslan millum Eysturoy og Suðurstreymoy og millum Strendur og Saltnes eigur so langt til ber ikki at blandast saman og har til ber at vera uttanfyri bygt øki.
- Minst tríggir møguleikar eru ávístir.
Eysturoy – Suðurstreymoy:
1: Tunnil úr Æðuvík til Hvítanesar
2: Tunnil úr Sandvíkum eystur um Toftavatn
3: Tunnil av Strondum til Hvítanesar
Samband millum Strendur og Saltnes:
1: Tunnilsloysn
2: Rørskipan eftir botni
3: Brúgv
Politikarnir hava í nógv ár drigið hvør til sín, so eingin loysn er funnin; men nú er vandi fyri at ein í mangar mátar stak vánalig loysn skal kroystast ígjøgnum.
Góðu politikarar, latið Landsverk og aðrar serfrøðingar sleppa við upp í leikin, so vit skjótt fáa eina góða og ikki ov dýra farleið, sum eisini ger mesta nyttu fyri alternativum flogvølli.
Óli Mikkelsen