Sum lærari í Kommunuskúlanum havi eg verið errin, hvørja ferð skúlin og næmingar fáa rósandi umrøðu í fjølmiðlum, tað er sera hugaligt og tílík herðaklapp gera meg glaðan og ernan um starvið sum lærari. Tí er tað so hugstoytt, tá Býráðið ikki kann fáa upp í lag at seta skúlan í ein rímiligan stand.
Tíverri eru tað fleiri, sum meta tær atfinningar, sum starvsfólk, næmingar, foreldur og eisini arbeiðseftirlitið hevur at støðuni í tí gula bygninginum frá 1956 sum tað reina fjas, ið erkvisnir lærarar og grenjut foreldur finna upp á. Men kom tú ein túr í Tórshavnar Kommunuskúla - gakk tú norðan fyri skúlan, og tú sært eitt serligt litspæl á vegginum. - Einaferð var hann ivaleyst gulur, men nú skyggir hann eisini í nógvum grønum litum av øllum alguvøkstrinum. Hevði talan verið um sjálvlýsandi algur kundu gøtuljósini har gott verið slókt, og kommunan soleiðis spart nakrar krónur.
Innan í garðinum er bygningurin ikki stórt frægari: Finerplátur eru skrúvaðar í vindeyguni, sum eisini eru fest við fleiri jarnbesløgum, so tey ikki detta úr og volda til skaða á fólk, sum eru stødd í skúlagarðinum. Hesar pláturnar skuldu vera ein fyribilsloysn til tann nógv umtalaða heildarloysnin var framd, men nú hevur hendan fyribilsloysnin vart í umleið 2 ár, og pláturnar eru farnar at flusna, so vatn sleppur inn í millum, so rot og soppur er komið í. Uppskot um heildarloysn er gjørd, men so er stígur komin í.
Hyggur tú at betonggrundini og aðrastaðni á vegginum við, sært tú so nógvar mosagrónar rivur, at tað kundi væl verið nýtt til undirvísing í plantulæru. Sama skilið er uppi á takinum, tað er ikki reinsað í áratíggjur, so nú er ikki bert mosi á tí, men fleiri áragomul løg av mosa er vorðin til reina mold, kanska kundu næmingarnir í heimkunnleika fingið eina fitta eplaveltu har uppi.
Inni í skúlabygninginum sær ikki út til at vera so ringt, men veruleikin er, at bæði næmingar og starvs-fólk kenna seg illa og fáa eyðkenni fyri ovurviðkvæmi í tí vánaligu inniluftini í stovunum. Sjálvt um næmingarnir eru úti hvørt fríkorter, og stovurnar verða luftaðar út ímeðan, er hetta ikki nøktandi. Bankar tú á pussið á vegginum, hoyrir tú at opið er innanfyri og í tí opinum eru bestu lívstreytir fyri soppar: Lívrunnið evni, væta og hiti.
Sjálvt um alt hetta hevur verið kendur veruleiki í fleiri enn trý ár nú, og kommunan hevur fingið boð frá arbeiðseftirlitinum um at fáa skil á, so er als onki hent.
Tá soppur var funnin í rúsuni, var hon stongd beinanvegin, tá soppur var staðfestur á politistøðini var hon stongd beinanvegin. Soppur er staðfestur í fleiri skúlum, men ongin teirra er beinleiðis stongdur, kanska halda myndugleikarnir at næmingar og lærarar tola betri sopp enn løgreglan og rúsukundar.
Nei, nú haldi eg tað er nóg mikið bíða:
Tórshavnar Býráð: Takið tykkum um reiggj og setið umvælingina av kommunuskúlanum í gongd uttan drál!
Mentamálaráðið: Tit hava rætt til at seta tílík arbeiði í gongd fyri eigarans rokning – Gerið tað! og ábyrgdið Býráðið fyri forsømilsi tess.