Skeiva leiðin á eldraøkinum

Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn
----
Tað kommunala orðaskiftið um at yvirtaka eldraøkið er so sum so. Vit í Tórshavnar býráð hava nóg illa havt nakra skipaða viðgerð av málinum og tíansheldur tikið støðu til nakað. Onkra kunning hava vit fingið frá KSF og tí nýggja Kommunufelagnum.
Kommunufelagið og borg­ar­s­tjórarnir, sum har ráða, hava avgjørt at fara um­­borð í eldraøkið við báð­um beinum. Teir hava nikk­að til fíggingarleistin, sum landsstýrið hevur lagt fram, og hetta nýta lands­stýris­fólkini til fulnar í síni agita­tión fyri at sleppa frá eldra­økinum – tess fyrr, tess betur.
Flestu spurningarnir í málinum eru slíkir, sum ikki eru loystir. Sumt er als ikki komið fram í ljósið enn, men kommunurnar skula verða ti reiðar við sínum mót­tøku­apparati, áðrenn landið er komið á mál við kørmunum um økið. Tað er ein ring støða at vera í.

Barnaansing kontra eldrøki
Tað hevur verið jabbað upp í saman, at kommunurnar eru best førar fyri at røkja eldra­økið. Víst verður á dag­stovnaøkið, sum komm­un­ur­nar tóku upp á seg. Barna­sansingin fekst í lag, men hon er ikki ókeypis. Hjá okkum kostar hon mill­um fjórðing og triðing av árs­fíggjarætlanini og er nógv tann størsti posturin á henni.
Dagstovnaøkið er lutfals­liga einfalt. Tað snýr seg um at ansa børnum frá tí, tey eru ½ árs gomul til tey eru 6-7 ár. Tey eru øll í einum konsentreraðum aldurs­flokki og í skjótari menning. Eldraøkið er nógv størri og tyngri. Her snýr tað seg um aldursbólkar í eldra end­an­um, sum fevna um eini 30 ár, ið skula hava tilboð og røkt, ið illa kunnu latast á samlibandi, tí tørvurin er so ymiskur hjá so mongum einstaklingum.
Sett er út í kortið, at komm­unurnar skula taka sær av øllum eldraøkinum: heima­tæn­astuni, heimavitjunar­tæn­astuni, heimahjálpini, eldrabústøðum, ellisheimum, røktarheimum og ætlandi eisini øðrum tilboðum, sum fara at koma í ljósmála, eins og økisterapi við rehabili­ter­ing.
Uppi í hongur somuleiðis heimatænasta til fólk niðan fyri 67 ár, sum hava slíkan tørv.

Ov stutt millum brúkara og myndugleika
Eri framvegis ikki vísur í, at komm­unurnar eru best før­ar fyri at lyfta hetta alt. Nær­leikin verður há­lov­­­­aður í agitatiónini um før­­­leikarnar hjá komm­un­un­um. Loyvi mær at seta fram ivaspurningin, um ikki fráleikin ella nær­leikin millum játtandi myndug­leikan og brúkaran kann fara at vísa seg ov stuttur?
Vit vita, at eldraøkið kost­ar sítt í dag, og at tað fer at kosta meir. Vænti, at hetta verður landi og fólki dýrur kleppur. Og tí finst mær , at tað verður hugsað ov lítið um vandarnar í at leggja eldra­økið út til fleiri smá um­sitingarveldi.
Síggi fyri mær, at menn fara at koma ráhallir til ar­beiðis við lummunum full­um av áheitanum og um­bønum um neyðugan styrk og skjóta játtan. Oftast fer kanska at verða játtað. Tað verður høgligasti mátin at prógva uppáhaldið um, at eldraøkið liggur best hjá kommununum!

Landið eigur uppgávuna
Upp í hesa søguna hoyrir, at tá eldraøkið rættiliga fer at rumstera inni í teim­um kommunalu fíggjar­ætl­an­un­um, fara vit at uppliva, at tað verður so mangt annað, sum kommunurnar ikki megna longur. Sjálvt í dag knípur tað nógvastaðni við at hava bara eitt sindur til íløgur. Meginparturin av skattinum fer til afturvendandi rakstur, sum áhaldandi má trimmast og skerjast.
Tá allar vaksandi útreiðsl­urnar av eldraøkinum fara at melda seg, tí landið tilvitað hevur pínt tað inn at beini, verður upp aftur minni hjá kommununum at gera gott við á skúlaøkinum, dag­­­stovna­økinum, ítrótta­øki­num. samferðsluøkinum, ment­­ana­r­økinum o.s.fr. Tá kem­ur av álvara stígur í.
Og helst verður eitt elju­stríð frá samstarvsøki til sam­starvsøki at fylgja við og kunna bjóða tað besta. Tey øki, sum ikki megna at halda tørn, fara at missa fólk – fyrst tey eldru og so teirra yngri avvarandi. Tí verður hetta saman um tikið tann skeiva leiðin.
Landið eigur at taka sær av eldraøkinum burturav. Er tað nakað, sum er ein lands­uppgáva, so er tað syrgja fyri, at tey gomlu hava sømilig og ikki minst javnbjóðis kor, hvar tey búgva í landinum. Tað gerst bara undir einum hatti og úr einum kassa. Við einum góðum vilja kann eldraøkið saktans yvirskoðast úr skrivstovunum hjá lands­stýrinum.
Føroyar eru ikki størri enn so.