Um vit vilja tað ella ei, so eru íspunnar søgur og ósannindi á internetinum partur av veruleikanum í dag. Stóra nøgdin og útbreiðslan av disinformatión er tí nakað, vit eiga at hava eina støðu til, og tí mugu vit samstundis vera umhugsin og varin hesum viðvíkjandi.
Tað meinar amerikanski miðlaserfrøðingurin Maria Betsi Grabe, sum er professari á Indiana University School of Media, har hon granskar og undirvísir í disinformatión. Síðst í februarmánað var hon í Danmark fyri millum annað at halda ein fyrilestur um júst hetta evnið á Syddansk Universitet í Odense. Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn bjóðaði henni, og í sama sambandi gav hon sær stundir til eitt prát við Sosialin á einari kafé á Admiral Hotel mitt í Keypmannahavn.
Tá borgarar ikki stóla upp á informatión
Betsi Grabe sær disinformatión sum eina stóra hóttan móti allari demokratisku skipanini. Tí um vanliga fólkið ikki hevur álit á informatión, kann tað fáa eina oyðileggjandi ávirkan á demokratiið, sum vit kenna tað, stúrir amerikanski professarin fyri.
– Eg vil ikki ljóða ov dramatisk, men eg haldi ikki, at fólk eru greið yvir, hvussu stór hóttan disinformatión er móti informatiónsintegritetinum, sigur Betsi Grabe.
– Um vit leggja í demokratiið, so er hetta ein avgerandi løta í søguni hjá demokratinum. Tí tá tú setur integritetin av informatión í vanda, hevur tú eisini sett demokratiið í vanda. Um borgarar ikki kunnu stóla uppá sannleikavirði í informatiónini, sum er á miðlunum hvønn dag, so kunnu teir ikki blíva væl upplýstir borgarar, sigur hon og greiðir víðari frá.
– Kjarnusteinurin í demokratinum eru borgarar, sum eru upplýstir nóg væl til at velja politikarar til at stjórna landinum. Men um borgarar ikki hava røttu informatiónina um politikararnar, so taka teir ikki avgerðir, sum eru grundaðar á sanna informatión. So dettur alt hugskotið við demokratinum niðurfyri, og hvat er so meiningin við at kalla seg eitt demokrati? spyr Grabe retoriskt.
Disinformatión nørist á sosialu miðlunum
Betsi Grabe ger greitt, at trupulleikin við disinformatión er ikki bara ein avbjóðing í USA, har hon býr, men í øllum heiminum - hetta serliga orsakað av sosialu miðlunum.
– Disinformatión hevur altíð verið til, og tað gongur heilt aftur til fyrstu homosapien-fólkini. Í alla tíð hava fólk lumpað hvønn annan fyri ymisk endamál, fortelur hon.
– Men munurin er, at vit hava ongantíð havt møguleikan at breiða disinformatión so skjótt, sum vit hava nú. Vit hava platformar til útbreiðslu av disinformatión, sum eru so effektivir, at disinformatión verður lætt at framleiða og blanda upp í tíðindastreymin, sigur Marie Betsi Grabi og sipar til sosialu miðlarnar og internetið sum heild.
Hugtakið "fake news" er óheppið
Tey flestu seta disinformatión í miðlunum í samband við amerikanska forsetavalið í 2016, har hugtakið "fake news" av álvara vant upp á seg. Men hetta er ikki ein so heppin ímynd, heldur Betsi Grabe, og hon sær tað nógv brúkta hugtakið "fake news" sum eitt álop móti journalistiska fakinum.
– Vit skulu vera sera varin við at brúka hugtakið “fake news”. Tí tað merkir í veruleikanum, at ein journalistur hevur skapt eina ósanna søgu við vilja, sum hann so gevur út í einum miðli. Men júst hetta hendir sera sjáldan, sigur hon.
Men allíkavæl fær "fake news" so stórt fokus og verður ferð eftir ferð sett í samband við journalistikk.
– Hetta er ein av orsøkunum til, at journalistar hava fingið so lágt trúvirði. Journalistar vera í heilum ákærdir fyri at breiða hesi sokallaðu fake news, sigur Grabe og ger greitt:
– Fake News verður sum oftast framleitt av privatum borgarum, sum hava eina ætlan av onkrum slag um at ávirka fólk, sigur hon og kemur við nøkrum dømum á telduni hjá sær, sum stendur framman fyri henni á borðinum í kaféini. Hon vísir eitt dømi um eina søgu um Coca Cola við maðkum í, sum einki hevur við veruleikan at gera, men onkur miðil hevur kortini tikið tað upp, aftan á onkur borgari hevur uppfunnið søguna. Hon tekur eitt dømi aftrat um eina heimasíðu, sum gevur seg út fyri at vera Bloomberg, har ein ósonn søga um Twitter stóð at lesa, og hetta bleiv deilt sera ofta innan stutta tíð.
Upprunin í báðum førum var ikki ein journalistur, sum hevur framleitt søgurnar, men ein privatur borgari, sum hevur roynt at fingið søguna at virka so veruliga, sum gjørligt.
– Tað ringasta, ein journalistur kann gera í dag, er at vera ov góðtrúgvin og breiða disinformatión uttan at vita av, at tað er disinformatión. Tað hendir tíverri av og á. Ofta fer journalisturin og rættar sítt mistak og biður kanska um umbering, men tað er ikki nóg gott. Vit skulu royna at sleppa av við hetta fullkomiliga, sigur Grabe.
Journalistar hava eina serliga ábyrgd
Avbjóðingarnar við disinformatión eru nógvar, og í tøkniliga veruleikanum er trupult at taka dagar ímillum, hvat er besta loysnin fyri at koma hesum til lívs. Men eitt kann í øllum førum staðfestast, og tað er, at journalistar hava eina stóra ábyrgd fyri at koma ósannindum í miðlaheiminum til lívs.
– Eg haldi, at journalistar eiga at hava evnini at skyna klárt og týðiliga ímillum disinformatión og sannleikar á sosialu miðlunum, og í sama sambandi skulu teir avdúka disinformatiónina. Um vit leggja í demokratiið, so skulu journalistar halda fram við at elta sanleikan í sínum professionella yrki. Journalistar skulu vera vakthundar; ikki bara fyri politikarunum og fyritøkum, men fyri alt informatiónsumhvørvið, sigur Betsi, sum sjálv hevur royndir sum journalistur.
Tað polariseraða USA
Amerikanska miðlalandslagið er seinastu árini blivið alsamt meira polariserað, sum merkir, at amerikanarar hava lyndi til at brúka teir miðlarnar, sum vátta teirra meiningar og politisku sjónarmið. Sjónvarpsrásin Fox News gongur fyri at vera rásin hjá republikanarunum, meðan CNN er miðilin hjá demokratunum. Summi vildu kallað hesar fyri polariseraðar miðlar. Avbjóðingin við polariseraðum miðlum er, at objektivitetur ikki neyðturviliga verður raðfestur í tíðindastreyminum, og tí kunnu hesir miðlarnir ikki brúkast av veljarunum til at taka objektivar avgerðir um, hvønn politikara teir skulu seta krossin við, tá tað er val.
Marie Betsi Grabe vísir á, at amerikanarar í dag eru tvíbýttir í tveir politiskar høvuðspartar, sum hava sera trupult við at góðtaka haldgóðar grundgevingar frá hvørjum øðrum og yvirhøvur semjast.
– Amerikanarar eru í høvuðsheitum antin republikanarar ella demokratar. Tað er blivið so polariserað, at mann nærum ikki kann kjakast longur. Summi kunnu ikki eingongd tosa saman, tí tey eru so langt frá hvørjum øðrum reint ideologiskt, at tey ikki finna felags meining. Fólk kunnu bróta vinarbond orsakað av ymsum hugsjónum. So polariseringin er veruliga blivið ógvuslig, og kjakið hevur okkurt eitrandi yvir sær, sum fyllir meira enn virðing og tol, sigur hon.
– Kjakið kann til dømis flyta seg frá at snúgva um hugskot og politikk til persónlig mál og álop við eyknevnum, sigur Grabe, sum sær gongdina sum eina vandaleið fyri demokratiið.
– Eitt prinsipp við demokratinum er sunt kjak, har borgarar við ymsum sjónarmiðum kunnu kjakast, deila hugskot og samstundis hava virðing og tol fyri hvørjum øðrum. Men soleiðis er tað ikki longur upp á sama máta í USA, sigur hon.
– Tit gera nógv rætt í Norðurlondum
Hóast polarisering ikki setir sín dám á Føroyar og Norðurlond sum heild, so er hetta ikki nakað, vit skulu taka fyri givið her, heldur amerikanski miðlaserfrøðingurin.
– Eg blívi ørkymlað av at síggja, hvussu danskir borgarar longu hava eitt ávíst misálit til miðlarnar. At mann ikki stólar uppá informatión, er byrjanin av einum tekni upp á trupulleikar. Men um tit kunnu varðveita gjøgnumskygnið her í Norðurlondum og hava góðar vakthundar, so er tað gott. Tit gera nógv rætt í hesum partinum av heiminum, so eg vóni, tit halda fram. Ikki tí, tað kann broytast, sigur Betsi Grabi.
– Mín vón er, at mann um allan heimin fer at gera politisk átøk fyri at minka um disinformatión. Eg eri forsprákari fyri skrivi- og talufrælsi, men hesin trupulleikin er á einum støði, har vit veruliga eru noydd at hugsa og vera varin, hon.
Filturboblur og ekkokømur
Ein týdningarmikil partur av øllum hesum problematikkinum er tað, sum mann kallar fyri "filturboblur" og "ekkokømur". Júst hesi bæði fyribrigdini eru við til at seta sín dám á sjónarmið og veljaraatburðin hjá fólki, og hetta verður ofta sett í samband við disinformatión og polariseringina í USA.
Filturboblur er ein støða, har vit sum brúkarar á internetinum kunnu blíva isolerað frá informatión, sum ikki samsvarar við okkara meiningar og sjónarmið. Nógv av tí, vit leita eftir á internetinum, verður nevniliga lagrað gjøgnum “cookies”, og hetta ger, at tann informatiónin, vit fáa á netinum, í stóran mun er ávirkað av okkara leitingum á netinum. Avleiðingin av hesum kann vera, at tíðindi og informatión, sum ikki passa til áhugaøkið hjá brúkaranum, verður sorterað frá. Ja, við øðrum orðum: mann sær bara tað á internetinum, mann vil síggja - uttan so mann leitar uttan um sína filturboblu.
Fyribrigdið ekkokømur verður brúkt til at lýsa støður, har meiningar og hugsjónir verða styrktar í lukkaðum bólkum, har mótsigandi meiningar og grundgevingar ikki verða hoyrdar. Ekkokømur finnur tú typiskt í bólkum á sosialu miðlunum, har fólk við sterkum meiningum um ávís evni flokkast. Her verða bara deild sjónarmið, sum passa til endamálið í bólkinum, og harvið fer einki objektivt kjak fram. Á hendan hátt verða limirnir váttaðir í sínum meiningum í staðin fyri at fáa nýggja vitan ella input frá fólki, sum ikki hava somu meining. Ein avleiðing av hesum er, at limirnir verða so tryggir í sínum sjónarmiðum, at teir blíva púrasta immunir fyri fakta - og harvið verður vandin fyri at blíva polariseraður og radikaliseraður øktur.