Kristina Háfoss, Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
----
Helst ongantíð áður er førdur ein politikkur, ið so miðvíst undirgravar inntøkur landsins – bæði í dag og í framtíðini. Hetta vísir nýggjasta frágreiðingin frá Búskaparráðnum, og verður hetta eisini einaferð enn staðfest í nýggjastu tølunum.
Landsins hall hækkaði munandi í 2012
Tað sum m.a. eigur at fáa alarmklokkurnar at ringja er, at samgongan hevur hækkað hallið í 2012.
Tí hetta er hent hóast minst 363 mió. kr. eru komnar í “nýggjum” inntøkum í 2012, sum ikki vóru í 2011. Tær 363 mió. kr. stava frá, at samgongan inntøkuførdi framskundaðar pensjónsskattainntøkur á 213 mió. kr. í 2012, sum ikki vóru í 2011.
Hartil fekk landið eina eingangsinntøku á umleið 150 mió. kr. vegna sølu av Havsbrún í 2012. Hetta eru inntøkur, ið ikki vóru í 2011.
Hóast hetta, so megnaði samgongan at hækka hallið í 2012 í mun til 2011.
Tí hallið í 2012 hækkaði og gjørdist 340 mió. kr., men uttan nevndu eingangsinntøkuna og uttan framskundaðu pensjónsskattin hevði hallið í 2012 verið heilar 703 mió. kr. – í mun til eitt hall á 322 mió. kr. í 2011.
Hetta sigur ikki so lítið um, hvør veruligi kostnaðurin av flatskattalættanum var.
Hallið í 2012 = Flatskattalættin = -340 mió. kr.
Tíverri hevur ikki borið til at fáa fíggjarmálaráðið at upplýsa veruliga kostnaðin av flatskattalættanum í 2012. Men hyggja vit at landsskattainntøkunum og A-inntøkunum, so fæst svar í ávísan mun.
Tølini frá TAKS vísa, at landsskattainntøkurnar í 2012 minkaðu 275 mió. kr. í mun til 2011.
Ein ógvuslig minking í landsskattinum, hóast A-inntøkurnar vuksu úr 8,34 mia. kr upp í 8,67 mia. kr. Landsskatturin av hesum 329 mió. kr. í meir A-inntøkum í 2012 vóru um 65,7 mió. kr. (20% landsskattur av 329 mió. kr.).
Var skattaskipanin frá 2011 galdandi í 2012, er tí sannlíkt at 275 + 65,7 = 340,7 mió. kr. meira høvdu komið inn í landsskatti. Hetta er sostatt helst veruligi kostnaðinum av flatskattalættanum.
Flatskattalættin hevur ikki skapt vøkstur
Tí sum væntað vísa MVG-tøl o.a. at higartil hevur flatskattalættin ikki skapt nakran vøkstur, og heldur ikki skapt økta nýtslu hjá føroysku húsarhaldunum. Hartil er greitt, at vøksturin í A-inntøkum í 2012 (3,9%) skyldast fyrst og fremst vanligan lønarvøkstur, umframt at A-inntøkurnar fullu í 2011 eitt nú vegna verkfall og at Fiskavirking fekk trupulleikar.
Ávarað varð eisini aftur og aftur um, at tað at geva yvir 300 mió. kr. í skattalætta til tann partin av føroyingum, ið hava hægri inntøkurnar, ikki fór at geva vøkstur. Tí hesin varð tá latin teimum, ið hava minni tørv á at nýta hesar til nýtslu, í mun til, um hesin í størri mun varð latin teimum við lægru og miðalinntøkunum. Andstøðan legði tí eisini fram broytingaruppskot, ið vísti, at møguligt varð at lata lág- og miðalløntum góðan skattalætta og lækka marginalskattin, men hetta ynskti samgongan ikki.
Hugverkjandi er annars eisini, at hallið í 2012 var 340 mió. kr., ið er júst sama metta upphædd, ið landið hevði fingið meira inn í landsskatti í 2012, um flatskattalættin ikki varð latin. Sostatt hevur samgongan á ein hátt sjálv skapt hallið, ið m.a. verður brúkt til at skerja grundleggjandi partar av okkara samfelag og koma nærri “minimalstatinum”, ið serliga Fólkaflokkurin ynskir sær.
Framtíðar pensjónsskattainntøkur koma at mangla
Fleiri ferðir hava landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sagt, at framskundaðu pensjónsskattainntøkurnar skulu fíggja allan skattalættan. Men víst hevur verið aftur og aftur á – m.a. frá øllum búskaparfrøðingum – at hesar ikki eru veruliga nýggjar inntøkur, men bert framskundaðar skattainntøkur (framskundað gjaldføri hjá landinum), ið koma at mangla seinni, tá pensjónistar sigast at skula fáa pensjón útgoldna skattafrítt.
Ongar vaksandi pensjónsskattainntøkur verða tá, so hvørt sum fleiri pensjónistar verða, og farið verður frá 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, til 3 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist um ár 2020, og 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist áðrenn 2040. Tvørturímóti.
Framskundaðu pensjónsskattainntøkurnar kunnu als ikki roknast sum veruliga nýggjar inntøkur. Men sjálvt um vit so lata sum um, at pensjónsskattainntøkurnar eru ein “nýggj” inntøka, so var talan um 213 mió. kr. í 2012, og hetta er munandi minni enn tær 340 mió. kr., ið væntandi høvdu komið meira inn í landsskatti í 2012 um flatskattalættin ikki varð settur í verk. Ein munur á 127 mió. kr.
Kommunurnar mist ovurstórar pensjónsskattainntøkur
Men hetta er ikki einasta avleiðingin. Tí við forskattingini av pensjónum tók landið samstundis framtíðar pensjónsskattainntøkur frá kommununum. Áðrenn forskattingina av pensjónum áttu kommunurnar 40% av pensjónsskattinum, men við forskattingini broytti samgongan hetta til 0%. Bara í 2012 mistu kommunurnar yvir 85 mió. kr. til landið av hesi orsøk.
Hartil hækkaði pensjónsskatturin munandi. Fyri kapitalpensjón úr 35% upp í 40%. Verður mótrokning av uppspardari pensjón í fólkapensjón og øðrum veitingum tald við, verður veruligi pensjónsskatturin um 55%-60%. Harvið gerst pensjónsskatturin munandi hægri enn skatturin á vanligari A-inntøku í dag. Hetta er eisini enn ein trupulleiki, ið serliga hevur rakt tey við lágum pensjónum og lønum hart.
Skeivur búskaparpolitikkur undirgrevur landsins inntøkur
Samstundis hevur samgongan ført ein politikk, ið sum heild hevur skapt ótryggleika innan almenna geiran, mentanarøkið, pensjónsøkið o.s.fr., og sera trupult er at fáa eyga á nakran veruligan vinnupolitikk. Tvørturímóti er ongin verulig fiskivinnunýskipan í eygsjón, tí Fiskimálaráðið hevur fráboðað at ynskt verður at “privatisera” fiskirættindini. Um so verður, verður talan um eina gølu.
Førdi búskaparpolitikkurin – ella mangul uppá sama – hjá samgonguni hevur tí tíverri bæði undirgrivið inntøkur landsins í dag, minkað álitið á framtíðarútlitini, økt munandi um munin millum láglønt og hálønt, og minkað um framtíðar møguleikan at fíggja vælferðarsamfelagið Føroyar.
Hóast talandi tølini, so hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ótalligar ferðir fráboðað, at flatskattalættin var fíggjaður, og at øll fingu meira burturúr hesum. So er als ikki.
Hetta er og verður grundleggjandi ósatt, og nýggjastu tølini prógva hetta einaferð enn.
Andstøðan og alternativ fíggjarlóg vísa á aðra og nýggja leið
Neyðugt er við munandi broyttum búskaparpolitikki skjótast møguligt.
Vit í andstøðuni eru komin við okkara boðum uppá ein broyttan búskaparpolitikk í alternativa fíggjalógaruppskotinum, og fara eisini í samband við fíggjarkarmarnar fyri 2014 og komandi árini at koma við ítøkiligum boðum uppá eina aðra og nýggja leið fyri Føroyar.
Hugaligt at síggja, at tilmælini frá nýggja Búskaparráðnum samsvara sera væl við ta leið, ið vit eru á.
Eftir stendur spurningurin, nær samgongan vaknar og broytir politikk. Vónandi verður hetta fyrr enn seinni, so skaðin ikki gerst størri - enn hann longu er - og so uppruddingin eftir verandi samgongu ikki gerst enn størri.
Latið okkum fáa Føroyar á nýggja leið sum skjótast.