Skeivt at seta fleiri aðalstjórar í fast starv

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður
------

Heimsins lond stríðast við risasparingar komandi árini. Samstundis fæst okkara landsstýri við at seta aðalstjóra í fast starv í umstrídda Uttanríkisráðnum. Hetta er skeiv gongd, tí allir flokkar á Løgtingi eru samdir um, at aðalráðini eiga at verða færri.

Øll heimsins lond stríðast í hesum døgum við risasparingar, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Týskland hevur kunngjørt ein umfatandi sparipakka, har 10.000 almenn starvsfólk verða søgd úr starvi. Íslendska stjórnin hevur somuleiðis boðað frá sparingum, sum m.a. merkja, at talið av aðalráðum har verður skorið úr 12 í 9 í eini roynd at spara í umsitingini.

Seks aðalráð
Nú tað sansar at fíggjarliga, verður nógv tosað um reformar. Sagt verður, at vit eiga at reformera okkum til ein bíligari rakstur heldur enn at nýta sláimaskinuna, tá spart verður. Í tí sambandi verður ofta tosað um at leggja almennar skipanir saman í størri og sterkari eindir. Skal hendan ætlan fylgjast, er upplagt at byrja við at leggja aðalráð, sum liggja tættast uppat politisku skipanini, saman.

9 aðalráð er alt ov nógv í einum lítlum landi sum okkara. Allir flokkar á Tingi eru á einum máli um at lækka talið av aðalráðum í seinasta lagi eftir komandi val. Tað er tí burturvið at seta aðalstjóra í fast starv í Uttanríkisráðnum nú.

Ivist onga løtu í at vóru aðalráðini 6 heldur enn 9, spardu vit yvir tíð millum 10 og 20 mió. kr. uttan at nerva tænastustøðið. Kanska heldur hinvegin.

Kostar at siga tænastumenn úr starvi
Aðalstjórar eru høgt løntir tænastumenn, sum tí eru sera kostnaðarmiklir at siga úr starvi.

Tá talið av aðalráðum verður lækkað, fara aðalstjórar at leypa av.

Við at seta aðalstjóra í fast starv í Uttanríkisráðnum verður kostnaðurin av at leggja aðalráðini saman seinni sostatt størri enn neyðugt.

Tí eiga løgmaður og landsstýrið at sláa kalt vatn í blóðið og sleppa ætlanini um at seta aðalstjóra í fast starv í Uttanríkisráðnum.