Skeivt at taka enskt fram um danskt í skúlanum

Tað er eingin saklig grundgeving fyri at raðfesta danskt lægri enn hinar lærugreinirnar í Fólkaskúlanum

 

Í hesum døgum er hugburðurin eftir øllum at døma tann, at vit skulu gloyma danskt og hugsa meiri enskt.

 

Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya í Lærarafelag, í Skúlablaðnum.

 

Hann vísur á, at í skúlanum verður munur gjørdur á lærugreinunum, eitt nú verður danskt raðfest lægri og enskt hægri.

 

– Eg kundi hugsað mær at fingið at vitað, hví mett verður, at næmingurin skal skriva færri uppgávur í føroyskum og serliga donskum, og fleiri í enskum, sigur hann í Skúlablaðnum

 

Hann vísir á, at tað er ein sannroynd, at meginparturin av okkara ungu fara til Danmarkar at lesa, og tískil er tað gott hjá teimum at duga væl at skriva danskt.

 

– Tað er eingin saklig ella faklig grundgeving fyri at raðfesta danskt lægri enn hinar lærugreinirnar, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

 

Hann sigur, at sjálvandi eru tey fegin um, at enskt verður raðfest hægri, men vit duga ikki at síggja, hví danskt skal skerjast afturfyri.