Skeivt at útihýsa brúgv um Skálafjørð

Tað er skeivt at útihýsa møguleikanum fyri at gera brúgv um Skálafjørð, hóast onkrum ikki dámar tað

- Landsverk tekur bara faklig atlit.

Tað staðfestur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

 

Hann hevur rættiliga staðið fyri skotum, tí hann hevur mælt til at gera brúgv um Skálafjørð í sambandi við ætlanini at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.

 

Ewald Kjølbro vísir á, at tá ið metast skal um samfelagsnyttuna av eini verkætlan, verður hugsað um, at jú fleiri, ið fara at nýta verkætlanina, tá hon er liðug, tess størri er samfelagsnyttan.

 

- Tó spælir kostnaðurin eisini ein týðandi leiklut, tí jú dýrari íløgan er, tess hægri skal nýtslan vera fyri at gera eins stóra samfelagsnyttu.

 

Ewald Kjølbro sigur, at hjá einum stovni sum Landsverki er uppgávan at lýsa eitt eitt mál út í æsir, áðrenn málið verður lagt til politiska støðutakan.

 

- Hetta er skylda og tað er beinleiðis vandamikið at leggja lok á ávisar loysnir og modell, tí at tey møguliga eru illa sædd onkrastaðni í samfelagnum, sigur stjórin á Landsverki.

 

Hendir tað, hevur politiski myndugleikin nettup ikki fingið eitt nøktandi grundarlag at taka støðu útfrá og tað var júst hetta, sum var aðaluppgávan hjá arbeiðsbólkinum í sambandi við Eysturoyartunnilin.

 

Ewald Kjølbro sigur, at tískil vórðu fleiri linjuføringar umrøddar í tilmælinum. Í einari linjuføring var talan um eina brúgv um Skálafjørðin og tað hevur fingið ógvuliga misjavna móttøku.

 

Men tað hevði hann varhugan av frammunandan, tí hendan loysnin fyrr hevur verið frammi og varð heldur ikki serliga væl móttikin tá.

 

- Eitt mál av slíkum slagi snýr seg ikki um kenslur, men um at lýsa tað úr enda í annan á fakligum grundarlagi.

 

- Sum serfrøðingastovnur, er uppgávan hjá Landsverki fyrst og fremst at taka faklig og harundir fíggjarlig atlit at eini verkætlan, sigur Ewald Kjølbro.

 

Men hinvegin kann politiski myndugleikin taka onnur atlit við í politisku viðgerðina, og síðani taka støðu harútfrá, leggur hann afturat.

 

Les eisini viðkomandi greinina niðanfyri.