Tá eini hjún í Malaysia fingu ein son í 1978, fóru grannarnir at tosa um, at konan mundi hava verið manninum ótrúgv, tí drongurin hevði ov myrkt hold til at vera sonur teirra. Pápin var eisini í iva, menn hann hevði illgruna um, at tey mundu hava fingið skeivt barn við sær av sjúkrahúsinum. So var. 21 ár seinni, í 1999, kom undan kavi, at drongurin, sum tey høvdu fingið á sjúkrahúsinum, var ikki teirra sonur, og ein DNA-kanning staðfesti, at tað var so. Av tilvild eydnaðist teimum at finna tann rætta sonin. Tað vísti seg, at hann var uppvaksin í einum muslimskum heimi. Røttu foreldur hansara eru ikki muslimar, men tað er ikki so lætt hjá soninum at skifta trúgv, tí í tí muslimska Malaysia verður tað mett sum synd, sigur BBC.