Rætting
Edvard Joensen
Í grein um Bátastevnuna á Tvøroyri varð nevnt, at tað var róðrarfelagið í Ishøj í Danmark, sum eigur 10-mannafarið gamla Tvørabátin, sum luttók á stevnuni.
Tvøramaðurin Ólavur á Heygum, sum býr í Danmark og er virkin innan róður har niðri, hevur vent sær til blaðið og gjørt vart við, at tað er ikki so.
Tað er felag, sum nevnt verður »Bátsmanningin 10-mannafarið Tvørabáturin«, ið heldur til í Norðhavnini í Keypmannahavn, sum eigur Tvørabátin, og eisini luttók á bátastevnuni við honum.
Ólavur á Heygum bað okkum eisini gera vart við, at í tøkkini, hann vegna stevnuluttakararnar hevði í Sosialinum tann 14. august, hevði hann av misgáum gloymt ein av góðu stuðlum teirra, sum uttanlands komu.
Tað er Skipafelagið Føroyar, sum stuðlaði teimum við at flyta Tvørabátin millum londini.
Felagið takkar Skipafelagnum hjartaliga fyri stuðulin.