Skeivur máti at spara

Oddagrein:

At neyðugt er at spara á fíggjarlogini, er lítið at ivast í. Føroyska samfelagið ber nú einaferð ikki meir enn eitt vist, tá tað kemur til skatting og almennar útreiðslur. Tíverri sær út til, at spart verður oftani í skeiva endanum, har summir av veikastu borgarnum merkja sparingarnar, heldur enn at royna at spara, har borgarin ikki merkir tað.

 

Landið eigur eisini at fáa onkran at hyggja at, hvussu effektivar skipaninar eru viðvíkjandi skattaumsiting, KT og figgjarstýring. Skattainnkrevjing, tolling og umsiting av hesum øki eigur at verða so bíligt sum gjørligt. Ein sparing á einum slíkum øki kann helst fremjast, uttan at borgarin merkir stórvegis til tað.

 

Stjórnarráðini áttu eisini verið endurskoðað. Rættartrygd er ikki ein kvantitativur spurningur, men ein kvalitativur spurningur. So har skuldi eisini verið møguligt at spart, uttan at borgarin merkir stórvegis.

 

Vit mugu eisini ansa eftir ikki at skapa ein nýggjan stovn, hvørja ferð nýggj lóggava er samtykt. Føroyar eru ov lítlar til at hava eftirlitsstovnar á hvørjum horni. Um ein lóg krevur nógv eftirlit, so er hon helst ikki serliga hóskandi til føroysk viðurskifti.

 

Eisini átti ein nærri at umhugsað og diskuterað, hvørjum eftirlitum tørvur er á í Føroyum. Greitt er, at vit megna ikki at uppbyggja somu ekspertisu á øllum økjum, sum størru grannalondini kunnu.

Filmseftirlitið er nu farið í søguna, og er tað eitt dømi, har vit nú dúva uppá ekspertisuna í grannalondunum. Ger tað nakað? Hvussu við t.d. matvørum og heiluvági ? Um tað er loyvt at selja og eta í Danmark, Noregi, Íslandi ella Bretlandi, hví so ikki eisini gera tað loyvt í Føroyum?

 

Tað er í hvussu so er neyðugt, at vit endavenda øllum tí almenna sektorinum og spyrja óvanligar spurningar.

 

Tað er lítið at ivast í, at almenn starvsfólk flest arbeiða eftir førimuni innan teir karmar, sum nú einaferð eru settir, men hvør hyggur at karmunum? Vit mugu ansa eftir, at vit ikki enda í einari støðu, har man politiskt heldur seg burtur frá at tjakast um almenna sektorin, tí at ein og hvør kritikkur verður tikin sum álop á starvsfólkini. Tað er ikki so, og ein og hvør bólkur eigur at verða vigaður og mettur av øðrum enn sær sjálvum, heldur enn at verða friðaður frá allari diskussión.

 

Sitandi landsstýri hevur ikki nakra lætta uppgávu, men hon verður vónleys, um ein ikki byrjar úr erva og raðfestir soleiðis, at heilir stovnar verða endavendir ella niðurlagdir. At skarva nøkur prosent niðast í pyramiduni, har bara teir veikastu borgararnir merkja tað, er ikki vegurin fram.