Fyrr í kvøld var søgan, at tað kostaði dýrt hjá B68, at liðið tíðliga í seinna hálvleiki misti ein mann, sum sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið varð vístur av vøllinum.
Teir næstbestu hjá Víkingi vóru gestir á Svangaskarði, Fimm minuttir undan dystarenda javnaði Víkingur til 2-2, og tað varð roknað at vera orsøkin, at toftamenn í meiri enn ein hálvan tíma vóru undirmannaðir.
Keldan til søguna var dómaraseðilin. Ein lesari hevur gjørt vart við, at søgan passar ikki, tí tað var ikki B68 spælarin við 5-talinum, Aleksandur Ó. Jensen, sum sá tvær ferðir gult og harvið eisini reytt. Tað var heldur Víkinga spælarin við 5-talinum, Óla Kristian Jacobsen, sum sá reytt.
Dómarin, Eiler Rasmussen, sigur, at talan var um eitt mistak, tá ið tað varð skrivað, at B68 spælarin sá tvær ferðir gult, og at skriviarbeiðið verður rættað, so tað fer at standa á dómaraseðlinum, at tað var Víkingaspælarin Óla Kristian Jacobsen, sum í 51. minutti sá gult fyri aðru ferð og harvið eisini reytt.
Og so er søgan ikki, at tað var dýrt hjá B68 at vera undirmannað í meiri enn ein hálvan tíma. Heldur er søgan, at tað eydnaðist Víkingi at reisa seg og við brotssparki at javna til 2-2, tá ið tað restaðu fimm minuttir, hóast víkingarnir í meiri enn ein hálvan tíma vóru tíggju ímóti ellivu.