Heri Schwartz Jacobsen úr Gøtu hevur veruliga verið í fokus seinastu tíðina. Orsøkin er ein hitavekslari, sum endurnýtir spillvatnshita og sum er nógv effektivari enn aðrir líknandi vekslarar.
Hugskotið til vekslaran fekk hann fyri seks árum síðani, tá hann stóð undir brúsuni. Mamman helt tá fyri, at nú mátti hann skunda sær, tí hon ilskaðist um dýru oljuna, sum skuldi nýtast til at hita vatnið.
- Eg orðaði tað við pápa mín, sum man eisini kann siga vera ein uppfinnara. Nakað seinni stóð ein hitavekslari í kjallaranum hjá foreldrunum, og hesin brúkti tað frammanundan heita spillvatnið at hita nýggja vatnið upp við. Sami hitavekslarin stendur enn í kjallaranum og virkar ótrúliga væl, segði Heri Schwartz Jacobsen í viðtalu við Rás 2 herfyri.
Síðani tó hann hugskotið við sær til Danmarkar, har hann las á DTU og hitti Boga Bech Jensen. Nú hava teir patent upp á hitavekslaran, umframt at hava stovnað fyritøkuna Defined Energy, har Heri Schwartz Jacobsen sjálvur er tekniskur stjóri. Tað vísti seg nevniliga, at hitavekslarin var ólíkur øðrum av sama slag, umframt at vera nógv effektivari.
Í oktobur mánaði varð ein slíkur hitavekslari settur til í svimjihøllini í Tòrshavn, og tað letur til, at hann koyrir sum hann skal.
- Vit gjørdu onkrar royndir í vikuni, og úrslitini hava verið ótrúliga góð. Um vit samanbera við aðrar hitavekslarar, so hava teir flestu tað til felags, at teir fáa trupulleikar av feitti og skitti, sum setir seg fast í rørunum. Tan, sum var hava sett upp í Tórshavn hevur nú koyrt í seks vikur uttan trupulleikar, sigur Heri Schwartz Jacobsen.
Les eisini Sparir 27.000 litrar av olju árliga
Góðu úrslitini merkja eisini, at fyritøkan hyggur út úm landoddarnar, umframt at teir eisini merkja stóran áhuga aðrastaðni frá.
- Ja, vit hava merkt stóran áhuga allastaðni frá, men vit fara varligani fram, og royna okkum fyrst og fremst í Danmark, har vit hava sett sølustjóra og merkt ítøkiligan áhuga frá trimum donskum kommunum, staðfestir Heri Schwartz Jacobsen.
Les eisini Brúsuuppskotið stóran áhuga uttanlands