Nevndin í Pedagogfelagnum er á ferð kring landið. Ferðin byrjaði mánadagin í Suðuroynni, og nakrar av upplivingunum skelkaðu nevndarlimirnar tí umstøðurnar ikki vóru nøktandi Pedagogfelagið hevur sett sær fyri at vitja limirnar og stovnar kring landið. Hetta fyri at síggja umstøðurnar kring landið og fyri at kjakast um pedagogiska arbeiðið.
Mánakvøldið endaði fyrsti dagurin á ferðini við kjakfundi í Stóra Pakkhúsi í Vági. Serliga pedagogar og starvsfólk á stovnum og innan dag- og heimarøkt møttu á fundinum. Fáir politiakarar møttu og so at siga ongi foreldur. Borgarstjórarnir á Tvøroyri og í Vági møttu og luttóku, umframt onkur politikari afturat, men annars var teirra frávera merkisverd, sum onkur fundarluttakari eisini viðmerkti.
Nevndin í Pedagogfelagnum gjørdi greitt, at ávísir stovnar í Suðuroynni høvdu so ringar hølisumstøður, at hetta rætt og slætt skelkaði nevndina, og serliga var tað barnagarðurin í Vági, ið tey løgdu til merkis, men eisini aðrar umstøður kravdu bata. Kjakið gekk væl. Politikarar luttóku við jaligum íkasti, tí tað er ikki nøkur loyna, at ymsar broytingar eru neyðugar á økium, og arbeitt verður støðugt við hesum, men sum Kirstin Strøm Bech vísti á, so verður bíðað eitt sindur, tí ?tað er dýrt at vera fátækur?, og kommunurnar fáa ikki loyvi at gera tær íløgur, teimum lystir, um skuldin er ov stór.
Lokalir tónleikarar settu dám á við hugnaligum tónum, og eftir steðgin var ljós eisini varpað á annað enn hølisviðurskiftini, nevniliga pedagogiska arbeiðið og arbeiðsumstøður. Nevndin í felagnum segði seg vera væl nøgda við fundin í góðveðrinum mánakvøldið, tí eini 40-50 fólk møttu á fundi.