Føroyskir læknar tykjast skelkaðir um framferðarháttin hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni, sum framvegis heldur rimmarfast um ætlanir sínar um dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Karsten Hansen svaraði herfyri føroyskum læknan uttanlands - eftir at hesir høvdu sent mótmælisskriv - at ætlanin ikki er gera serdeild fyri dialysusjúklingar, men at talan verður um deild, sum verður undir fakligum eftirliti hjá Landssjúkrahúsinum.
Hetta svarið verður nú tulkað sum staðfesting av, at landsstýrismaðurin als ikki lurtar eftir fakligum tilráðingum, og frá fleiri læknum og øðrum sjúkrahússtarvsfólki verður í sosialu miðlunum funnist hvassliga at hesum.
- Eg skilji ikki hví man ikki lurtar eftir serlæknanum í hesum føri. Skilji tað bara ikki. Hann er ein sera dugnaligur lækni, ein tann besti vit hava!!!!, skrivar ein lækni á Facebook.
Leiðandi starvsfólk vísa á, at ætlanirnar hjá Karsteni Hansen viðføra eykaútreiðslur, og tá játtanin annars skal skerjast, fer hetta at hava avleiðingar við sær aðrastaðni í heilsuverkinum.
Eisini verður sagt, at føroyskir læknar hava sent heilsumálaráðnum skriv, tí tað ikki verður lurtað eftir fakligum tilmælum.