Í heilt óvanliga hvassorðaðum vendingum hevur felagið Sinnisbati nú fordømt ætlanina hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum um at strika ætlanina at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn og at flyta alla verkætlanina til Sandavágs. At Rósa Samuelsen við flyta tey sálarveiku til Sandavágs er mest at samanbera við at burturflyta sálarveik til Sandavágs, heldur Sinnisbati
- Fyrr vórðu sálarveik flutt av landinum. Nú er ætlanin at flyta tey til Sandavágs og hetta er ómenniskjansligt og mannminkandi fyri tey sálarsjúku.
Sinnibati heldur at landsstýriskvinnan, Rósa Samuelsen als ikki sínir virðing fyri teimum sálarsjúku í hesum í føri.
Felagið sigur, at Vágar og Sandavágur hava alt ov lítið at bjóða teimum sálarsjúku, tí lívið er annað enn song og føði.
- Niðurstøða okkara er, at tað av fakligum, menniskjansligum, mentarligum og siðiligum orsøkum er váðaverk at tvangsflyta fólk til Sandavágs uttan at hoyra tey fyrst.
Sinnisbati sigur, at tey hava onga fakliga grundgeving fingið fyri at flya íbúðirnar fyri sinnisveik til Sandavágs.
- Einasta Rósa Samuelsen hevur ført fram, er, at hon ger hetta, tí hon hevur heimild til tað og tí at tað er so tórført at fáa loyvi frá Tórshavnar Kommunu at gera veg til íbúðirnar.
- Tað er skelkandi og sera ósømuligt, at Rósa Samuelsen, als ikki hevur sett seg í samband við Sinnisbata, sum umboðar tey sálarveiku í Føroyum, fyrr enn aftaná at avgerðin er tikin um at byggja íbúðirnar í Sandavági.
- Hetta er ein skandala og respektleyst fyri tey sálarsjúku, sigur Sinnisbati.