Søgurnar eru nógvar um fremmand ferðafólk, sum hava koyrt skeivan veg enn hagar, tey ætlaðu sær í Føroyum, tí eingi skelti vóru.
- Tað er so. Føroyar eru als ikki klárar at taka ímóti ferðafólki, sigur Agnar Joensen, stjóri í 7adventures.
Hann heldur, at bæði Landsverk og kommunur nú veruliga mugu taka seg saman og fáa skelti upp til at leiðbeina ferðafólki.
- Ein fremmandur bilur kemur í land í Havn og ætlar sær til Saksunar. Tá ið tey koma norður til rundkoyringina í Kollafirði, vita tey ikki, hvønn veg tey skulu koyra. Dømi er um, at ein bilur skuldi til Saksunar, men snaraði av í Kollafjarðardali og fór so eftir Oyggjarvegnum aftur til Havnar, Sigur Agnar Joensen.
1. juni læt nýggja kampingplássi í Vestmanna upp, og tað er hent í hvussu er tvær ferðir, at fleiri húsbilar og húsvognar hava staðið á bryggjuøkinum niðan fyri kampingplássið, sum hevur verið at kalla tómt.
Agnar Joensen lastar ikki eigararnar av kampingplássinum fyri hetta, tí tey eru nýbyrjað. Hann heldur, at kommunan og Landsverk mugu syrgja fyri at seta skelti upp.
Onkur reisti spurningin við vantandi skelting um kampingplássið í Vestmanna á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.
Svarið hjá kommununi var hetta:
- Vestmanna kommuna fer at skelta við Fjørukrónna, soleiðis at tað ikki verður loyvt at seta kampingbil og kampingvogn har.
Sum skilst er sama skilið við onnur kampingpláss, at húsvognar og húsbilar standa uttan fyri sjálvt kampingøkið.