Skeltingin í fastar karmar

Øll skelting til ferðavinnuna skal frameftir gerast eftir einum felags leisti. Tórálvur Weihe, arkitektur, hevur gjørt eina sokallaða sniðhandbók fyri Ferðaráð Føroya

Fríggjadagin handaði Ferðaráð Føroya Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, eina sniðhandbók, sum í minsta smálut leggur fastar karmar fyri, hvussu skeltingin í Føroyum skal fara fram í ferðavinnuhøpi.
Tað er Tórálvur Weihe, arkitektur, sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Endamálið við sniðhandbókini er at geva øllum pørtum, sum fáast við skelting, eitt felags grundarlag at arbeiða við.
Skeltingin skal síggjast sum ein partur av samlaðu kunningini av ferðafólkum, sigur Tórálvur Weihe. Tað er av týdningi ikki at yvirskelta, men at geva ta kunning, sum tørvur er á hjá tí ferðandi.
Skipanin umfatar skelti við alment upplýsandi tilfari (eitt nú um landið, ávísa økið og bý ella bygd), skelti við serliga upplýsandi tilfari (eitt nú bygdagøtur, fornminni ella áhugaverd støð) skelti til staðarnøvn og minni skelti til eitt nú nátthús.
? Ramman til skeltini er úr eiktræi. Tað tolir samband við jørð, fellur væl inn í náttúruna, er haldgott og fær ein vakran lit við tíðini, sigur Tórálvur Weihe.
Bjarni Djurholm landsstýrismaður fegnaðist um tiltakið við einum skeltingarpolitikki.


Myndatxt
Tórálvur Weihe (v.m.) hevur gjørt sniðhandbók til skelting. Heri Niclasen, stjóri í Ferðaráðnum, kundi bæði leggja fram nýtt búmerki, portal og handa sniðhandbókina á tíðinafundi fríggjadagin. Aftanfyri síggjast nýggju skeltini
Mynd: Jens K. Vang