Vit stóðu øll um seingina. Vóru har hjá tær. Um teg. Men tað var tung tøgn. Lívið var liðugt.
Hóast eg visti, hvussu støðan var, var eg ikki fyrireikað. Eg visti tað, men skilti tað ikki. Tí at vita og at skilja er ikki tað sama. Ta løtuna kendist tað, sum alt steðgaði upp - tú vart farin. Tú, sum fyri mær altíð hevur verið, vart ikki meir.
Men títt gamla, slitna armbandsur tikkaði demonstrativt og náðileyst víðari á tínum skøvningi. Alt steðgaði - uttan tíðin.
Tað var ein sláandi andsøgn í støðuni, at tíðin skuldi streingja soleiðis á. Eg vildi hava urið at steðga saman við tær. Urið, sum at kalla hevur verið ein partur av tær alt tað, eg minnist. Men smáu vísararnir, sum ta løtuna hildu ein ósigiligan gang, slóu fyri hvørt slag týðiliga fast, at fyri øll okkum eftirsitandi var meiri lív, sum skuldi livast. Vit máttu kubba og lata teg søkka í ævinleikans dýpi.
Men hóast tú ert farin úr eygsjón, fara tað altíð at vera ringar á vatnskorpuni eftir teg. Eg eigi minni um láturfullar løtur umborð á Espingi. Um okkum á køksbeinkinum teljandi jólini, terpandi tabellirnar ella lesandi okkurt eftir t.d. Áarstovubrøðurnar. Um tín reyða penn og tína vegleiðing, tá eg hevði skrivað okkurt, sum átti at havt verið betri. Um hvussu tú trúliga komst at vitja, tá Benjamin var innlagdur, og hvussu tú stríddist, meiri enn tú orkaði, fyri at hjálpa til við íbúðini. Minni um tína rødd í telefonini: »Nú góða, hvussu hevur tú tað? Og boyggi? Alt í lagið, eg vildi einki annað.«
Í nakrar dagar lá títt slitna ur á køksborðinum. Allatíðina væntaði eg, at eisini tað mundi fara at steðga. Tit hoyrdu jú saman. Men tað tikkaði og gekk, sum um einki var hent. Tað koyrdi undir okkum øll og flutti okkum støðugt fram á leið, støðugt burtur frá tær.
Men so var tað, at hesi orðini frá jarðarferðini runnu mær til hugs: Tá onkur fer um sýn, og vit hesumegin syrgin siga: »Hygg! Nú fer hann«, so fáa tey hinumegin í sama viðfangi eyga á hann og siga glað: »Hygg! Nú kemur hann!«
Brádliga gjørdist gamla armbandsurið ein troyst í sorgini og eitt tekin um, at okkara farvæl ikki var endaligt, men bert fyribils. Sjálvandi skuldi urið ikki steðga, nei, tað skuldi demonstrativt og náðiríkt minna okkum á, at tú bert vart farin víðari fram á leið, og at tú framvegis ert - nú bara hinumegin sýnina.
Urið gongur enn. Men eg dugi nú at síggja, at tað ikki flytir okkum burtur frá tær; tað flytir okkum hinvegin nærri tær.
Fyrst skal lívið tó livast - og lívið er gott!
Men góði babba, tú skalt vita, at ímillum alt tað góða, so skelva tó eisini um verøld tey mollstemtu ljóð, tí saknurin í tær er ómetaliga stórur!
Hvíl í friði!
Eydna