Skemtaðu við Føroyum

Kend facebook-síða skemtaði við at føroyska landsliðið var á sjónvarpsskránni.

Kenda facebook-síðan, ODDSbible, ið hevur 744.000 fylgjarar, skemtaði í gjár við Føroyum. Hetta gjørdu teir í sambandi við, at tað er landsliðssteðgur og at allar tær stóru fótbóltsdeildirnar liggja stillar.


ODDSbible skrivaði, at dagurin í gjár var definitiónin upp á Super Sunday, ið er eitt hugtak fyri tá ið stórdystir eru á skránni sunnudagar. Hetta varð óivað sagt í spølni, tí skráin, sum teir vístu á, var hendan:


Kl.14.00: Kuwait – Kamerun

Kl.15.00: Gibraltar – Lettland

Kl.17.00: Føroyar – Liktinstein


Um fólkið handan síðuna hóast alt valdu at hyggja at Føroyum, so hava tey fingið ríkiligt av undirhaldi, tí Føroyar borðreiddu við góðum spæli og og trimum málum í 3-0-sigrinum ímóti Liktinstein.


Best dámda viðmerkingin til myndina hjá ODDSbible er:


- Helst meira spennandi enn at síggja Ongland spæla.


VIDEO: Trý góð føroysk mál ímóti Liktinstein