Skemtarin og sangfuglurin syngja saman

Hvat fær man, um man blandar Føroya stuttligasta mann við ein av Føroya fremstu countrysongkvinnu? Svarið er: Gev mær frið

Í fjør gav Kristina Bærentsen sína fyrstu fløgu út. Ein av sangunum á henni er gjørdur í samstarvi við Jákup Veyhe og kallast ’Gev mær frið’.

- Tað heila byrjaði við, at Jákup Zachariassen hevði framleitt eitt ordiliga gott lag. Og so hugsaði eg at gera nakað øðrvísi við lagið, og kom eg í tankar um Jákup Veyhe. Hann er nevniliga meistarliga dugnaligur at skriva stuttligar, men góðar sangtekstir, sigur Kristina.

- Hon ringdi so til mín, og eg var beinanvegin við upp á tað. Úrslitið gjørdist so ein kærleikssangur, har ein drongur rennur eftir eini gentu, sum bara rennur undan sær. Til síðst fellur hon tó fyri honum, og tey blíva par. Moralurin er, at man bara skal blíva við, inntil hon bítur á, sigur eina helvtin av stuttligu Salt og Pipar duo’ini.

Hóast Kristina hevur nógvar framførslur gjøgnum árið, so skal hon ikki syngja á G! festivalinum.

- Hesa ferð eri eg komin einans fyri at njóta allan tann góða tónleikin her, sigur Kristina, ið gleðir seg mest til Eivør í kvøld og øll tey íslendsku nøvnini.

Jákup Veyhe skal hinvegin framføra á G! – tó ikki sum tónleikari.

- Mín uppgáva er at vera frásøgumaður á stóra pallinum. Eg havi valt at presentera bólkarnar sum í einum hoyrispæli. Tað ger tað heila eitt sindur festligari, sigur Jákup Veyhe.

- Mær líkt, so geri eg tað spontant. Eg skrivi hoyrispølini millum konsertirnar, ljóðar tað at enda frá stuttliga havnamanninum.