Umleið 350 fjepparar, danir sum føroyingar, vóru og vitjaðu á danska metalspælistaðnum The Rock í Keypmannahavn fyri fáum vikum síðani Á skránni var dupultkonsert - fyrst við danska metalbólkinum Drab, og sídan føroyska bólkinum SIC, sum spældu væl hetta fríggjakvøld. Sjálvir siga teir í bólkinum SIC, at hetta var ein av teirra stillu konsertum, kanska vegna langa steðgin teir hava havt, og vegna hitan hetta kvøld, sum gittarleikarin Eddie Jacobsen tók til.
Eisini vóru nøkur fólk úr MTV til staðar, sum kanska fara at skumpa undir við onkrum góðum framyvir. Tað sást greitt, at bæði føroyingar og danir vístu stóran áhuga, tá forsangarin Mikkjal Gaard Hansen, og menn hansara, koyrdu sín anatomiska og anarkistiska orkusjónleik á pallinum á The Rock. Fleiri hildu eisini tað vera sera skemtiligt, tí Mikkjal smíltist nógv millum tekstirnar og onkur ?amatør-føroyingur? innan metalsjangruna møtti upp í Hawaiiskjúrtu millum hardcore metallarar.
Meiningin var, at Týr átti at spæla eisini, men teir máttu avlýsa og tann konsertin er sett til 8. okt. 2008. Tískil komu danska Drab á pallin at byrja við. Men tað gjørdi bert at konsertin bleiv enn meira SIC brandað, tá Týr ikki var við. FO INVASION sigur, at konsertin var sera positiv, og at fólk kunna ikki úttala seg um SIC, fyrr enn tey sjálvi hava sæð teir á palli við teirra spæliorku.
Kelda: FO INVASION
Mynd: Eija Mäkivuoti